Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar býarsavn á netinum

Dan Klein --- 02.06.2018 - 08:15

Hósdagin fór heimasíðan hjá Tórshavnar býarsavni í luftina. Endamálið við heimasíðuni er at kunna um virksemið hjá Tórshavnar býarsavni og hinum søvnunum í kommununi.

Tórshavnar býarsavn er í løtuni heimleyst og uttan leiðara, men tað merkir ikki, at virksemið hjá savninum liggur stilt. Meðan bíðað verður eftir høli og leiðara til savnið, er heimasíða framleidd til býarsavnið.

Á heimasíðuni ber til at kunna seg um verandi og komandi framsýningar. Ein partur av virkseminum hjá savninum er at samskipa og hýsa framsýningum hjá øðrum. Eitt nú hýsir býarsavnið tveimum framsýningum í ávikavist Finsen og Müllers Pakkhúsi, ið lata upp í samband við mentanarnáttina.

Eisini ber til at kunna seg um endamálið við savninum, um hini søvnini í kommununi og at blaða í savninum við sjarmerandi løtumyndum frá 1960-70 árunum.

So hvørt sum virksemið hjá Býarsavninum kemur í fasta legu, verður meir tilfar lagt á síðuna. Hygg framvið og lat okkum endiliga frætta, um tú hevur eitt hugskot til framsýning, ein áhugaverdan lut ella eina viðmerking til eitthvørt.

Heimasíðan hjá Tórshavnar býarsavni er at finna á: www.byarsavn.fo<http://www.byarsavn.fo>