
Tórshavn Marathon
FERÐSLA: Í sambandi við Tórshavn Marathon leygardagin 3. juni verða fleiri vegir í Tórshavnar kommunu stongdir fyri ferðslu í longri og styttri tíðarskeið.
Landsvegastrekkini frá íbindingini í Eystara Ringveg og gjøgnum Kollafjarðartunnilin og til rundkoyringina í Kollafirði, eru somuleiðis stongd fyri allari ferðslu millum klokkan 13.00 og 19.00.
Í hesum tíðarskeiði verður víst til Oyggjarvegin. Ferðsla til og úr Kaldbak sleppur tó gjøgnum Kollafjarðartunnilin.
Sí annars kort yvir rutur og annað her: http://www.landsverk.fo/get.file?ID=10251