Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavn ár 2025

Vit eru stødd í Tórshavn – á heystið ár 2025. Stórar fíggjarkreppur hava leikað í um alt Evropa í fleiri umførum seinastu 10 árini. Føroyar hava enn einaferð upplivað, at nógv fólk eru flutt av landinum til Danmarkar vegna vantandi fiskiskap og stórt arbeiðsloysið. Men eisini í Danmark eru fólk vorðin meira og meira í villareiði, tí har hevur arbeiðsloysið verið methøgt seinastu 10 árini.

Seinastu tíðina hava fólk leitað sær hjálp allastaðni, har ein vón hevur verið at hóma. Tað er enntá vorðið alt meira vanligt at fólk leita sær ráð hjá spákonum. Um ársskiftið 2024/2025 vóru tað fleiri ymsar spákonur, sum komu við einum næstan eins spádómi, sum segði, at allir føroyingar í Danmark, sum høvdu møguleika, áttu at sloppið sær aftur til Føroyar á heystið 2025, tí okkurt stórt var í væntu har.

Um heystið 2025 eru nógvir føroyingar fluttir alspent aftur til oyggjarnar, tí hesin spádómurin sær út til at hóska saman við at úrslitið av oljuboringini “Brugdan 7” skal almannakunngerast. Men langt út á heystið er útslitið enn ikki almannakunngjørt og fleiri fólk eru byrjað at missa vónina.

Seint á kvøldið eitt illveðurskvøld í desember fer ein flúgvari avstað úr Vága floghavn og kemur aftur 6 tímar seinni. Sørvágsfólk eru samd um, at hetta merkir, at onkur er vorðin álvarsamt sjúkur og hevur tí havt bráðneyðugan sjúkraflutning fyri neyðini.

Í flestu av teimum stórum húsunum í Hoyvík sita fólkini heima hetta illveðurskvøldið. Har eru t.d. politikarar, reiðarar, stjórar, starvsfólk á Setrinum, DIS’arar, FAS’arar og onnur vælbjargaðu fólk, ið høvdu havt so góða inntøku, at tey høvdu havt ráð til at keypt eitt av teimum dýru grundstykkjunum Í Hoyvík fyrst í hesari øldini. Í flestu av hesum stóru húsunum sita fólkini hetta illveðurskvøldið og hyggja at sjónvarpsrásini TV2, sum sendir eina upptøku av einari U2 konsert, sum var hildin í parkini í Keypmannahavn í 2015. Fleiri av hesum fólkunum í Hoyvík høvdu verið til hesa konsertina í parkini; fyri flestu var hendan konsert-ferðin seinasta ferðin, at tey høvdu havt ráð til stuttar vikuskiftistúrar.

Á herberginum hjá frelsunarherinum er so nógv fólk hesa náttina í desember, at tey enn einaferð hava tikið gamla herbergið í nýtslu. Á midnáttartíð hevði Óli vegna ovurnýtslu av alkohol spýð fyri triðju ferð á gólvið; kamarskammeráturin Jákup royndi at turkað upp sum frægast. Óli og Jákup hava leingi viljað komið burturúr drykkiskapinum og fátækradøminum teir liva í, men fyri 10 árum síðani høvdu Heilbrigdið og Blái Krossur mist helvtina av teirra játtan á fíggjarlógini; Óli og Jákup standa niðarlaga á einum langum bíðilista fyri at sleppa inn til avvenjingar. Tað einasta ljóspunktið í teirra lívi er tá teir jamma sangin ONE hjá U2.

Brádliga brestur hurðin í gamla herberginum upp og ein maður sigur á enskum máli, at hann er komin at fortelja nakað sera gott fyri teimum. Hann fortelur, at Bono úr U2 hevur valt at koma til Føroyar at búgva í sínum ellisárum, tí hann leitar eftir friði í einum landi, har tað er møguligt at hava trygdina í hásætið. Somuleiðis sigur hesin fremmandi maðurin, at Bono ætlar at royndarkoyra eina nýggja hjálpi-verkætlan fyri alkoholiseraði fólk á fátækramarkinum í Føroyum. Um hjálpi-verkætlanin eydnast, so ætlar Bono, at Føroyingar skulu hjálpa til at breiða hesa verkætlan út um allan heimin.

Hesin maðurin fortelur Jákup og Óla, at Bono júst nú er í ferð við at heilsa uppá Jákup Zachariassen. Teir siga tí við hvønn annan “Latið okkum tí fara út til Jákup Zachariassen og vita um hesi tíðindini eru sonn”.

Og teir vóru við skundi út til Jákup Zachariassen og funnu har Bono. Bono tók væl ímóti teimum og gav teimum sín mat og setti seg niður at syngja ONE saman við teimum.

Hatta var dagurin har alt broytist í lívinum hjá Jákupi og Óla. Fimm ár seinni stóðu Jákup, Óli, ein fyrrverandi DIS’ari úr Hoyvík og ein fyrrverandi fulltrúi frá vinnumálaráðnum úr Hoyvík á odda fyri nýggju heimsumfatandi hjálpar-verkætlanni hjá Bono.

Karl Nielsen