Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tóroddur Poulsen við sjáldsama vøkrum bókarverki

Tóroddur Poulsen er høvuðsevnið í várútgávuni av amerikanska bókmentatíðaritinum The Bitter Oleander Press, sum júst er útkomið, og ikki er long tíð liðin síðani, yrkjarin og listamaðurin varð heiðraður við Mentanarvirðisløn Landsins.

Tílíkur heiður fellur ikki einum og hvørjum í lut, tað vita vit. Men Tóroddur Poulsen hevur ongantíð hvílt á laurberunum, hann skrivar, teknar og málar hvønn tann einasta dag og neyvan man ein regla um dagin vera nóg mikið, tí listamaðurin er serstakliga produktivur.

Fríggjadagin kemur hansara nýggjasta yrkingarsavn út, tað eitur "Fjalir" og fevnir um 33 yrkingar, sum eru vakurt settar við síðuna av 33 træprentum. Harumframt er ein hugleiðing í bókini um listina hjá Tóroddi Poulsen, sum Kinna Poulsen hevur skrivað.

Forlagið í Støplum gevur út "Fjalir", sum er eitt sjáldsama vakurt bókarverk í stórari stødd við góðum plássi á síðunum til listina. Steinprentini er kanska tað, sum vit kenna best til av myndlistarligu framleiðsluni hjá Tóroddi Poulsen, men út frá træprentunum í nýggju bókini, sum eru gjørd og prentað í Steinprenti hjá Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku árini 2009-2012, ber til staðfesta, at træprentstøknin hóskar ómetaliga væl til ráa úttrykkið hjá Tóroddi Poulsen.

Men sjálvt um myndirnar sýnast kolasvartar, døkkar og ráar, eru tær eisini rættiliga raffineraðar, merktar av nýhugsan. Boðskapurin er stundum filosofiskur og eksistentielt djúpur. Onkuntíð eru myndirnar skemtiligar ella absurdar, men aloftast er talan um eina sameining av fleiri rásum, ið binda saman sjálvsagdar, banalar eygleiðingar við djúptøkar tilveruligar grundanir á ein hátt, sum er eyðkent fyri listamannin, eisini tá hann yrkir..

Næsta ár verða júst 30 ár síðan hann gav út sítt fyrsta yrkingarsavn, tað varð útgivið á egnum forlagi og æt Botnfall. Tove Askham gjørdi permuna í teirri lítlu bókini, sum var krunkasvørt við einum riðili av glampandi hvítum stjørnum, ið savnaðust eins og botnfall kring heitið á bókini, sum bæði myndar byrjanina og botnin á einum tí mest nýskapandi listarliga verkinum í Føroyum í nýggjari tíð.

Permumyndin á nýggjastu bókini er eisini svørt og hvít, men hana hevur Tóroddur Poulsen sjálvur gjørt. Tað er eitt hugtakandi sjálvportrett, sum er bygt upp av fjalum. Móttøka verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 12. apríl klokkan 16.00. Tóroddur Poulsen verður sjálvur til staðar og fer at lesa upp nakrar yrkingar. Eisini verða nøkur av træprentunum framsýnd.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Glotti

skeri

í tað

bláa

myrkrið

so eg veit

at ljósið

er til

tá tað dryppar

niður í

einkisins

svongu

pøs

vit nevna

lívið