
Torkil skarar framúr
Tá ið Wenzel í 2015 gjørdi stuðulsavtalu við Torkil Veyhe, høvdu vit góðar vónir um hampilig úrslit, men at hesi fóru at skara so fram úr, høvdu vit ikki væntað.
Tíðindaskriv:
Nú eftir árslok hava vit tikið samanum og fyri føroyska súkklaran vóru úrslitini í 2016 hesi:
- Nr 1 Marcello Bergamo Cup (Mai)
- Nr 1 A kapping í Herning (Mai)
- Fekk UCI point - Himmerland Rundt (Mai)
- nr. 2 í Post Cup á Bornholm (juni)
- Fekk UCI point - GP Horsens (juni)
- Nr 9 í DM einkultstarti (juni)
- Útvaldur til koyring í Post Nord Danmark rundt í juli
- Útbrot á 3. etapu í Post Nord Danmark rundt og vann fighter troyggjuna tann dagin og endaði
samanlagt nr 2 um tað troyggjuna.
Tilsamans 5 podie pláss í 2016 og ikki færri enn 14 topp 10 pláss.
Torkil Veyhe gevst ikki á hondum, men hevur longu sett kós fyri 2017:
- At vinna eina UCI kapping
- At endurvinna Gull á oyggjaleikum
- At verða millum topp 3 til DM einkultstart
Tað er ikki hvønn dag, at ein føroyingur skarar framúr í súkkluítróttini og vit hjá Wenzel fegnast saman við Torkili um úrslitini.
-Hann hevur viljan og evnini, ið skulu til og tað virðismeta vit, sum nakað dýrabart. Tá ið Torkil røkkur einum góðum úrsliti, eru allir føroyingar vinnarar, sigur Jógvan Højgaard, stjóri í P/F Wenzel at enda..