Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tóri í Hoyvík 30 ára starvsdag

Urtagarðsfrøðingurin og leiðarin á Lendisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, Tóri í Hoyvík, hevur 30 ára starvsdag í dag.

Í morgun var lítil samkoma í kantinuni, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, hildu røðu og handaðu Tóra gávur á degnum.

Tóri fekk nógv rósandi orð við sær á vegnum fyri sítt arbeiði at standa fyri at fríðka býin. Tóri er annars kendur sum mentamaður burturav, ikki minst fyri at vera góður sjónleikari og kvøðari.

Kelda. www.torshavn.fo

 





0.00 does not include shipping & tax