Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórhavnar kommuna: Avgreitt grundøkið til Skúladepilin í Marknagili

Makaskiftisavtalan, har kommunan letur landinum fleiri enn 31.000 fermetrar í Marknagili, men afturfyri fær fleiri matriklar á stóra nátturuøkinum framvið Hoydalsá niðan til Svartafoss, er nú undirskrivað. Á myndini undirskriva Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Ingibjørg Berg, kommunustjóri, avtaluna.

 Tóshavnar kommuna hevur í longri tíð arbeitt við byggimálsviðgerðini av Skúladeplinum í Marknagili. Í juni mánaða góðkendu bæði byggi- og býarskipanarnevndin, tekniska nevnd og ferðslunevndin verkætlanina og treytirnar fyri byggiloyvinum.

Býráðsnevndirnar eru nú í summarfrí, men beinanvegin, nevndirnar koma saman aftur fyrst í september mánaða, verður málið lagt fyri mentamálanevndina, brunanevndina og fíggjarnevndina til góðkenningar.

Ein partur av tí, sum fíggjarnevndin og býráðið skulu góðkenna, er at lata neyðugt lendi í Marknagili til Skúladepilin. Grundøkið, sum landið eigur, er ov lítið, og neyðugt er tí við umleið 30.000 fermetrum afturat av grannaognunum, sum Tórshavnar kommuna eigur.

Og í dag kom so hesin týðandi parturin uppá pláss, tá makaskiftisavtalan varð undirskrivað, har kommunan letur landinum umleið 31.092 fermetrar í Marknagili, og landið letur kommununi ymsar matriklar, sum landið eigur á stóra nátturuøkinum framvið Hoydalsá og Svartafoss, tilsamans umleið 30.853 fermetrar.

Økið, sum landið fær frá kommununi í Marknagili, er skógarfriðað, og tað kann tí ikki byggjast á økinum, men ognin verður løgd saman við grundøkinum, sum landið longur eigur har, soleiðis at grundøkið samanlagt verður nóg stórt til, at treytirnar í byggisamtyktini um nýtslustig kunnu haldast.

Ymsu matriklarnir, sum kommunan fær ístaðin framvið Hoydalsá og Svartafoss, liggja í einum øki, sum er fevnt av eini serstakari byggisamtykt, sum var gjørd í 1996. Henda serstaka byggisamtyktin varð gjørd við tí fyri eyga, at skapa eitt stórt samanhangandi náttúruøki líka frá Boðanesgjógv niðan í Villingardal.

Landsstýrið er eisini við í hesi langsiktaðu ætlanini við teimum ognum, sum landið eigur í hesum stóra økinum. Í 2009 undirskrivaðu Annika Olsen, sum tá var innlendismálaráðharri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, eina avtalu um, at gera Føroya størsta frílendi í hesum økinum.

- Tað fellur tí væl í tráð við hesa frílendisætlan, at kommunan nú við hesi makaskiftisavtalu yvirtekur fleiri matriklar hjá landinum í hesum økinum. Okkara umsiting arbeiðir í løtuni við eini ætlan fyri økið, og tað er mín vón, at býráðið avsetir nakað av peningi á fíggjarætlanini komandi árini, soleiðis at vit kunnu fremja tær ætlanir, sum arbeitt verður við, og soleiðis at vit fáa størsta og besta fríøki í landinum, sum eisini er serstakt við, at tað liggur inni í býnum”, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Tórshavnar kommuna er sera spent uppá byggingina av Skúladeplinum í Marknagili, og vit hava sett okkum fyri at hjálpa til í allan tann mun vit kunnu, og umframt at lata lendi til grundøkið, kemur kommunan eisini at brúka fleiri milliónir krónur til vegagerð, kloakkir og annað í økinum við Skúladepilin. Men tað gera vit gleðiliga, tí nú er alneyðugt at allar kreftir arbeiða saman at steðga stóru flytingini av ungum av landinum”, sigur Heðin Mortensen at enda.

Kelda: www.torshavn.fo