Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Allan Enghamar, stjóri og eigari av Torginum í Vági

Torgið í Vági Ómøguligt at fáa starvsfólk innanfyri landoddarnar

Vit kundu hugsað okkum, at gjørt meira og givið kundum okkara nakað afturat, men tað hava vit ikki starvsfólkaorku til í løtuni, sigur Allan Enghamar, stjóri og eigari av Torginum

Torgið er handilsmiðstøð í Vági, har tað í løtuni starvast 12 fólk.

- Vit hava brúk fyri 5-6 fólkum afturat, um vit skulu hava nakran møguleika at røkka teimum málum, sum vit høvdu ætlað at sett á skránna, sigur Allan Enghamar. 

Starvsfólkatrotið avmarkar virksemið

- Í dag klára vit illa at bjóða kundunum nakað eyka, sum t.d. góðar uppstillingar, at royna nýggjar vørur, halda føðingar­dagar fyri Á, Torginum umframt onnur tiltøk, sigur Allan Enghamar. Hann heldur, tað vera týdningarmikið, at Torgið skapar trivna og skipar fyri ymsum tiltøkum í nærumhvørvinum í Vági, men tað hava tey ikki starvsfólka­orku til í løtuni.    

- Vit hava ómetaliga góð og dugnalig starvsfólk, men teirra gerandisdagur røkkur akkurát til at avgreiða kundar og at fylla kølidiskar og hillar við vørum. Núverandi starvsfólkahópur megnar eisini at halda handilin innbjóðandi, tí tey renna skjótari enn krevjast kann av teimum, og hetta drenar orku teirra yvir longri tíð. Tað er vorðin ein stór avbjóðing at fáa feriulistarnar at ganga upp og at manna handilsmiðstøðina við fólki seinnapartar og um vikuskiftini, sigur Allan Enghamar. 

Fáa nú arbeiðsmegi uttanífrá

- Vit hava roynt allar møguleikar í Føroyum, fyri at útvega fleiri starvsfólk. Vit hava áhaldandi lýst eftir fólki og vent okkum til ALS, men her hevur einki borið til, og støðan er bert vorðin verri og verri hetta seinasta árið, sigur Allan Enghamar. 

- Vit hava tí sæð okkum noydd til at fara út um landoddarnar eftir fólki, og vendu okkum í hesum sambandi til Nordjobb. Hetta gav úrslit. Fyrsti nordjobbarin er á veg og fer at byrja í handilsmiðstøðini ein av fyrstu døgunum. Tað gleða vit okkum til, sigur Allan Enghamar. 

ALS-skipanin ov stirvin

Annars heldur Allan Enghamar, at politiska skipanin kundi gjørt onkrar tillagingar í ALS-skipanini og soleiðis bøtt um avbjóðingarnar við at útvega arbeiðsmegi. ALS-skipanin er alt ov stirvin í løtuni. Tað er eitt paradoks, at fiskavirkisskipanin í ALS heldur tøkari arbeiðsmegi aftur, samstundis sum føroyskir arbeiðsgevarar eru í dýrastu neyð við at útvega arbeiðsmegi. Her áttu onkrar tillagingar at verið gjørdar, soleiðis at aðrir føroyskir arbeiðsgevarar eisini kundu bjóða hesum fólkum arbeiði, heldur Allan Enghamar.