Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TÓRBJØRN JACOBSEN ELLA GUNNVØR BALLE Á FÓLKATING

Tað kann eisini henda at Tórbjørn Jacobsen 1. januar 2016 verður borgarstjóri í Runavíkar Kommunu tá Magnus Rasmussen leggur frá sær sum borgarstjóri, og tann 7. Í røðini Ólavá Klettskarð, tekur væntandi sæti á løgtingi um Tjóðveldi kemur í samgongu, og tá kann tað koma uppá tala at 8. í røðini, nevniliga Gunnvør Ball gerst fólkatingslimur fyri Tjóðveldi. Hon fekk 172 atkvøður. 

Aftaná løgtingsvali er greitt at Tjóðveldi fær nýggjan fólkatingsmann. Hann kemur at eita Torbjørn Jacobsen, havnarmeistari í Runavík, og sum býr á Glyvrum. Eisini kann tað koma uppá tal, at 8. í røðini Gunnvør Balle tekur sæti.

Raðfylgjan á teimum sum fingu atkvøður á fólkatingsvalinum hjá Tjóðveldi var hendan:

1) Høgni Hoydal 1.465 atkvøður, valt tingmannastarvið
2) Masgni Arge 1.083 atkvøður, tingmaður
3) Kristina Háfoss 564 atkvøður, tingkvinna
4) Sirið Steinberg 557 atkvøður, tingkvinna
5) Anita á Fríðriksmørk 519 atkvøður, tingkvinna
6) Tórbjørn Jacobsen 350 atkvøður
7) Óluvá Klettskarð 212 atkvøður, tekur væntandi sæti á løgtingi um flokkurin kemur í samgongu
8) Gunnvør Balle 172 atkvøður og kann koma uppá tala sum fólkatingslimur.

Men tann fyrsti sum stendur í boði at fara á fólkating er mest sannlíkt Tórbjørn Jacobsen, .... men tað kann eisini henda at Torbjørn Jacobsen 1. januar 2016 verður borgarstjóri í Runavíkar Kommunu tá Magnus Rasmussen leggur frá sær sum borgarstjóri, og tann 7. Í røðini Ólavá Klettskarð, tekur væntandi sæti á løgtingi um Tjóðveldi kemur í samgongu, og tá kann tað koma uppá tala at 8. í røðini, nevniliga Gunnvør Ball gerst fólkatingslimur fyri Tjóðveldi. Hon fekk 172 atkvøður.

Einki kann kortini sigast við vissu fyrr enn samgongusamráðingarnar eru lidnar um góðar 14 dagar.