Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tónleikur í Havn

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E:

Í okkara flokki hava vit avgjørt áhuga fyri, at tónleikurin og tónleikavinnan fáa góðar umstøður. Ikki minni enn tríggir virknir tónleikarar standa á okkara lista til valið týsdagin, og tey hava øll greiðar visjónir um tónleikin í framtíðini.

Sjálvur havi eg sum formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs havt ábyrgdina av at bera fleiri stórmál ígjøgnum til frama fyri tónlistina og tónleikavinnuna. Fari at nevna tvey mál, sum sjøtul rættiliga er settur á.

Býráðið hevur samtykt at byggja nýggjan Musikkskúla. Hann verður tríggjar ferðir so stórur sum tann núverandi og gjørdur av einslistum.

Projekteringin er júst farin í gongd og byggingin verður boðin út um eitt lítið ár. Kemur Listi E líka sterkur aftur í býráðið og í samgongu, so kann eg vissa tykkum um, at tað verður ikki vikið frá hesi kós.

Loksins verður Reinsaríið her í hjartanum í mentunargøtuni innrættað til tað spælistaðið, sum býarins tónleikarar so leingi hava bíðað eftir.

Mentamálanevndin hevur útvegað fullfíggjaða ætlan um at innrætta Reinsaríið av nýggjum. Býráðið hevur tilsamans játtað heilar fimm milliónir krónur til tað ítøkiliga arbeiðið.

Dentur verður lagdur á, at ljóðviðurskiftini verða góð. Í tí sambandinum verður latið upp millum niðastu og næstniðastu hædd, so ljóðið og luftin fáa góðar umstøður.

Nógv trygdarkrøv eru til slíkt hús. Viðgerðin av teimum hevur fingið arbeiðið eitt sindur í drag. Tey viðurskiftini mugu og skula vera í lagi - annars er alt sum onki.

Kemur Tjóðveldi líka sterkt í býráðið og í samgonguna, so kann eg garantera fyri, at Reinsaríið stendur klárt sum spælistað um skamma stund.

Til tess at menna tónleikavinnuna sum heild í Føroyum fer Nýskapanarhúsið, sum Tórshavnar kommuna stovnar, óivað at fáa stóran týdning.

Har kunna eisini fólk innan tónleikavinnuna leita sær ráðgeving, stuðul og arbeiðsumstøður, tá hugskotini til bæði heimamarknað og útlendskan marknað skula loysast úr lagdi og fremjast.

Lat meg enda við at siga, at eg haldi, vit skula nýta Skálatrøð til bæði landsins Tjóðpall og býarins konserthøll – til frama fyri alla list, tónlist og tónleikavinnu.

---