Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tónleikaúrmælingurin Bárður Johannesen spælir F’LJÓÐ stovukonsert mikukvøldið

MIKUKVØLDIÐ 25. JUNI Kl. 20.00 presenterar F’LJÓÐ 17’du stovukonsertina: Hesaferð fer BÁRÐUR JOHANNESEN at framføra saman við HEÐIN ZISKA DAVIDSEN og ÓLAVUR OLSEN.

Eftir ein steðg uppá tvær vikur kann F’LJÓÐ nú aftur bjóða eina forkunnuga stovukonsert - hesaferð við tónleikaúrmælinginum BÁRÐI JOHANNESEN, sum tekur Heðin Ziska Davidsen og Ólavur Olsen við sær at spæla á F’LJÓÐ stovukonsertini, sum verður í Stoffalág 18 mikukvøldið 25. juni, kl. 20.00.

- Hóast Bárður Johannesen er lítillátin sum persónur, so er hann avgjørt ikki hvør sum helst, so fólk kunnu gleða seg, sigur Elin Brimheim Heinesen, fyrireikari.

Í síni tónleikakarrieru hevur Bárður verið finalistur av amerikansku sangkappingini "USA Songwriting Competition" og nomineraður til "Underground Music Awards” í 2012.

Hann var valdur til besta danska artist í 2011 av størsta óhefta tónleikaportalinum í Danmark, Chartbase, og hann gjørdist vinnari av prísi í The Great American Song Contest 2011 við instrumentala lagnum "Old Legends".

Hann var vinnari av sangkappingini Amnesty International í Føroyum við sanginum "Verð fyri øll"

Fyrsta útgávan hjá Bárði Johannesen sum solisti "Ancient Forgotten Stories" fekk 6 út av 6 stjørnum frá danska ChartBase. Her er brot úr ummælinum:

"Det er ikke en svær konklusion at tage her. Ancient Forgotten Stories er et helstøbt album, som burde kunne blive en bestseller i et hvilket som helst land, hvor der blev promotet og reklameret godt igennem.... 6 ChartBase stjerner fra mig til Ancient Forgotten Stories, som indtil videre i det Herrens år 2010, er det klart bedste jeg har lagt ører til. Bárður Johannesen er efter min ydmyge mening, en stor kommende stjerne, både her til lands men også internationalt, hvis han kan holde dette niveau i fremtiden. Kort og godt - et fuldstændigt fantastisk fremragende album!” Les alt ummælið her: http://www.chartbase.dk/basemag/albumtip.php?tid=15

- Einans 40 pláss eru til stovukonsertina, so tað ræður um at skunda sær at bíleggja pláss, sigur Elin Brimheim Heinesen, fyrireikari, og heldur fram: - Til ber at skriva til boðklivan hjá mær, Elin Brimheim Heinesen, at tryggja tær sess - antin á Facebook ella við t-posti: elin@heinesen.fo ella editor@music.fo, sigur Elin og leggur aftrat:

- Vilt ein fylgja við í, hvør er á skránni á FLJÓÐ stovukonsertum, so ber til at fara inn á: http://www.facebook.com/fljod og trýsta á "Mær dámar væl" ("Like").

Amnesty vinnara sangurin"Verð fyri øll”: http://www.youtube.com/watch?v=Z05gjpIdIq0

 

Sangurin Yes, soum kom út í juni 2012: http://www.youtube.com/watch?v=RnRHvd-uFTA

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Z05gjpIdIq0 ]
Amnesty vinnara sangurin\\"Verð fyri øll”

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=RnRHvd-uFTA ]
Sangurin Yes, soum kom út í juni 2012: