Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tónleikaspírar taka felags lógvatak

Tað eru frumevnini, ið koma á pallin sunnudagin kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum. Tíð og rúm, vatn og vindur. Tøgn og meldur.

Talan er um árligu "Crossover" konsertina, har allir miðnámsnæmingar - klassiskir og rútmiskir - taka felags lógvatak og bera okkum nýggjar og slóðbrótandi upplivingar. Í ár er einki undantak við tí slóðbrótandi. 

Høvuðsevnið í ár er Minimalisma. Steive Reich og Terry Riley eru sjálvandi við. Tó hevur eydnast at flætta føroyskan og imrpovisatiónskendan tónleik inn í skránna eisini.

Verk hjá Kristian Blak, skrivað til høvið, verður frumframført. Verkið ber heitið "Vatn og vindur." Eisini "Tóm rúm" hjá Trónda Bogasyni verður framført, og tey ungu fara at spæla sær við minimalistisku "Y Arpeggios" hjá Teiti Lassen.

Alt framført við spælihugi og markleysum opinleika av ungu tónleikaspírunum á Musikkskúla miðnámi.

Konsertin varir slakan tíma. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sí meira á nlh.fo.

Skrá:
Terry Riley (f. 1935): In C
Kristan Blak (f. 1947): Vatn og vindur  (frumframførsla)
Tróndur Bogason (f. 1976): Tóm rúm (klaver: Helena Joensen)
Kvæðalag: Impro yvir føroyskt kvæðalag (við støði í SSR-skeiði hjá Rune Thorsteinsson)
Teitur Lassen (f. 1977): Y Arpeggios    
Steve Reich (f. 1936): Clapping Music

Tónleikarar:
Jónas Gaard, gittar - Hans Andrias Gregoriussen, trummur - Bergur F Johannesen, bass - Andrias V Poulsen, contrabass - Helena Joensen, klaver - Súsanna G Thomsen, violin - Hildur H Niclassen, sello - Bjørg Elttør, floytu - Sunneva Gaardlykke, slagverk - Andrias H Blaasvær, violin - Maibrit Andreasen, trombon - Milja M Niclasen, basstrombon - Aksel D Remmel ñ klaver - Helena S Lamhauge ñ slagverk - Djóni N Fischer, bass - Rasmus V Samuelsen, klaver - Eivin Dam Simonsen, trompet - Malan M Joensen, fagott - Birita Dam, viola - Ári B Danielsen, slagverk - Sólja Hansen, sello - Alda S Lamhauge, floyta - Hjalti B Støylen, gittar - Kristian Pauli Ellefsen, klaver  - Ragnar Finsson, el-gittar

Dirigentar og leiðarar: Bernhardur Wilkinson, Kim Kristensen, Johan Hentze og Ólavur Jakobsen