Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tónleikarar úr Hjørring vitjaðu Mentanarvikuna

Runavíkar Kommuna er vinarbýur við Hjørring.

Í hesum sambandi hevur verið vanligt, at tónleikarar úr Hjørring vitja í samband við Mentanarvikuna og Faroexpo - og í ár var einki undantak.

Tey vitjandi í ár vóru úrvalsnæmingarnir úr Hjørring Musiske Skole Matilde Kanstrup Christensen, ið spælir klaver, og Christine Hoflund Elkjær, ið spælir cello. Tær eru 15 ára gamlar og hava spælt í 7 ár. Umframt næmingarnar luttóku eisini lærarin Birgitte Zielke, ið spælir klaver, og musikkskúlaleiðarin, Christian Larsen, ið spælir klarinett.

Á vitjanini høvdu tey fleiri framførslur. Tey spældu til setanina av Faroexpo týsdagin og høvdu konsert í Glyvra Kirkju sama kvøld. Og mikudagin spældu tey aftur í samband við Faroexpo ráðstevnuna í Løkshøll.

Gestirnir úr Hjørring ynsktu at styrkja sambandið millum musikkskúlarnar báðar, og er tí eitt víðkað samstarv í væntu.** Mentanarvikan er alla hesa vikuna við fjølbroyttum mentanartilboðum.