Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tónleikakafé í Klaksvík við Danny & The Veetos

Mikukvøldið 18. desembur klokkan 21.30 skipar ABC barnahjálp aftur fyri stuðuls tónleikacafé/konsert í Klaksvík. Hesaferð er tað bólkurin Danny & The Veetos, sum fer at framføra.

Tíðindaskriv, 16. desember 2013

Danny & The Veetos er ein spennandi nýstovnaður bólkur og hava teir fyri stuttum útgivið staklagið “I´m afraid”. Teir, ið manna bólkin eru, Danny Baldursson, Símun Dam, Jóhan Ferguson Nolsøe, Robert Waagstein og Páll Brim Joensen.** Kaffi og okkurt gott verður til keyps.

Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið í Nólsoyar Pálsgøtu 24 í Klaksvík til eina hugnaliga løtu hjá ABC barnahjálp.

Lagið "I'm afraid" er at hoyra á hesari slóðini: https://soundcloud.com/danny-theveetos/danny-the-veetos-i-am-afraid