Tónleikafestivalurin 188 í KLUBB 188
Tiltakið er fyri ung úr 8. fl. til 18 ár, og byrja verður kl. 21.00. fríggjadagin 11 mai.
Á skránni verða fleiri tónleikaframførslur av lokalum tónleikabólkum, somuleiðis verður DJ við.
Tiltakið er í rúsfríum umhvørvi!
Vit síggjast til eitt brak av einum TÓNLEIKAFESTIVALI
Fyri fyrstuferð, kunnu vit nú bjóða okkara egnar tónleikarar og tónleikabólkar alment fram. Teir/tey fara at framføra í Klubb 188 nú fríggjakvøldi 11 mai kl. 21.00. Smuleiðis verður DJ ið.
Hetta er at fegnast um, tí vit byrjaðu við, at gera eitt tónleikarúm fyri einum 1 ári síðani. Síðani setti vit ein tónleikara í starv burtav og í dag eru 2 tónleikarar í starvið. Nú er klárt hjá ungdómi okkara at spæla í Klubb 188 fyri fyrstuferð alment.
Tað eru annars eini 30 ung sum nýta tónleikarúmið hjá okkum dagliga. Somuleiðis hava vit nú eisini okkara egnan Dansibólk, sum akkurát er settur á stovn.
Vit kunnu leggja aftrat, at vit í næstum hava Barnagrand Prix í Klubb 188 fyrst í juni, har finalistar frá barnagrandprixnum fara eftir ætlan at framføra. Nærri um hettar seinni. So her hendir nakað sera positiv til frama fyri ungdóm okkara.
Vh.
Klubb 188
188- Hoyvík
Levi Mørk, leiðari