Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tónatindar 2014: Leygardagin 3 mai, skipar Keldan í Skálafirði fyri stórum sang og tónleikatiltaki

Tiltakið, sum byrjar kl. 14.00, er ókeypis og er fyri øll.

Íblásturin til tiltakið er sprottin úr sangtiltakinum, Á sangana veingjum, sum Keldan, regluliga hevur skipað fyri farnu árini. Á sanganna veingjum, er eitt tiltak við ymiskum gestasangarum og felagssangi undir leiðslu av Eyðun Jacobsen.

Eyðun Jacobsen er eisini, saman við Terja Vestergaard og samkomuni Kelduni , ein av fyriskiparunum av Tónatindum, og koma teir, saman við øðrum, at leiða tiltakið.

Eisini er Eyðun vorðin kendur millum manna, sum mister Southern Gospel, og hevur hann, saman við døtrunum, útgivið fløgur undir navninum Zamar, hvar tónleikurin eisini er av hesum slagnum.

Southern Gospel stílurin verður eisini umboðaður á tiltakinum, umframt at kórsangur, country og bluegrass eisin verður á skránni. Hetta kemur vónandi, at geva tiltakinum eina tónleikaliga breidd, sum flest øllum dámar.

Fyri stuttum, kom fløga út við ungu og evnaríku Mariu á Lakjuni, og kemur hon eisini at luttaka á tiltakinum, til gleði fyri yngra lurtaran.

Bluegrass tónleikurin hevur ikki verið nógv spældur á okkara klettum fyrr, og verður tað tí forkunnugt, at hoyra leikarar og sangarar í bólkinum Blátt gras, framføra hendan serliga litríka tónleikastíl.

Kórsangur hevur vundið alt meira uppá seg í Føroyum seinastu øldina, eisini innan kirkju og samkomugátt. Tað verður tí ein sonn upplving, at hoyra kórsang tulkaðan frá tveimum ymiskum vinklum, tá Betesda kórið undir leiðslu av Árna Jacobsen og Torkil Mørkøre, og KFUM kórið í klaksvík, vælmannaði fara á pall, at æra teirra Harra og Frelsara við sangi.

Í sjeyti og áttati árunum, hoyrdist nógv til midnáttarsangbólkin av Skálafjørðinum og kvartettina í Betesda. Hesir báðir sangbólkarnir ferðaðust um landið og sungu til møtir og sangtiltøk, mongum til signing. Hesir fara eisini at luttaka við sínum vælskrivaðu og fangandi tekstum og løgum, við undirspæli frá dugnaligum tónkeikarum.

M.a. kann nevnast, at Kvartettin í Betesda gjørdi eitt rættuligt “comeback”, tá teir í november mánaða í fjør, góvu fløgu út fyri fyrstu ferð í 40 ár. Størsta heiðurin fingu teir tó, tá teir í marts í ár, blivu nomieraðir og vunnu FMA, føroysku tólistavirðislønina sum ársins einleikari ella bólkur 2014. Eins og Kvartettin og Midnáttarsangbólkurin, gjørdist bólkurin Ekklesia úr Klaksvík, eisini kendur í sjeyti og áttati árunum, við m.a. sanginum “Siglir tú livsins” sum gjørdist ein son landaplága. Í 2012 góvu teir út nýggja fløgu , og vera tað sangir av hesari útgávu og aðrir, sum koma at tóna frá teimum á tiltakinum.

Ein av nýggjaru bólkunum í sama stíli, er spennandi bólkurin S7ey , sum er mannaður av evnaríkum fólki úr Nebo á Toftum. Bólkurin tulkar, á ein meira nýmótans hátt, kendar nýggjar og eldri sangir.

Heini Lútsen man vera ein av teimum mest trúføstu og mest virknu kristnu tónleikarunum í Føroyum, og hevur hann seinastu árini givið fleiri fløgur út. Heini er ein víttfevnandi tónleikari, sum vit kenna best fyri at tulkað alt frá Sálmun til country, lovsang og rock, og verður tað spennandi at hoyra hvat hann fer at koma við hesaferð.

Andrias Hvannastein er hóast sín aldur, eitt óskrivað blað á almenna føroyska tónleikapallinum. Hóast hetta, hevur hann verið virkin innan kristna tónleikalívið síðani fyrst í sjeytiárunum, tá hann m.a. var fastur tónleikari í kvartettini í Betesda. Andrias er Klaksvíkingur búsitandi í Kaldbak. Spennandi verðu at hoyra hvat Andrias fer at ríka tiltakið við.

Hesi og fleiri vera at hoyra á tiltakinum sum fer av bakkastokki kl. 14.00 leygardagin 3 mai, og sum endar leygarkvøldið við einari stórari felagssangløtu kl. 21.00.

Samanlagt kann sigast at talan verður um eitt fólkaligt tiltak, har tónatindar strekkja seg til tess at æra skaparan.

Keldan vónar at nógv fara at taka undir við hesum fjølbroytta og spennandi tiltakilð, sum eisini bjóðar uppá ymiskt spennandi til matna frá matstovuni. Her bjóðar køkurin m.a. uppá vælstoktar búffar v/ tilhoyri frá kl. 18.00 og annar alskyns rættir gjøgnum dagin.

Tiltakið er ókeypis, men høvið verður tó til at lata eina peningagávu til spæliplássi uttanfyri Kelduna.