Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TOM ROBERTS - gamal kenningur í Føroyum!

Samkomurnar í Føroyum fáa forvitnisliga vitjan av Bahama oyggjunum, tá Føroyavinurin Tom Roberts og kona hansara Lisa koma á vitjan í næstu viku. 

Kristiliga Tíðindatænastan                    
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Glyvrar 03.03.2019

Tað eru hjúnini Brita og Eli Smith, sum hava vitjað Tom og konu hansara í heimi teirra á Bahama oyggjunum, ið hava fingið vitjanina í lag. Seinast Tom var í Føroym  var á várinum í 2011, tá hann ferðaðist runt oyggjarnar saman við vinmanninum og tulkinum Zacharias Zachariassen, sáli. 

FYRSTA VITJAN
Fyrsta ferðin hjá Tom Roberts í Føroyum var í 1973. Hann var ókendur á okkara leiðum, og tað var fyrstu ferð, at ein myrkur evangelistur steig á talarapallin í brøðrasamkomunum í Føroyum. Hetta var óivað viðvirkandi til, at áhoyraraskarin var stórur longu á fyrsta møtinum. Men skarin av fólki, sum kom til møtini, vaks kvøld eftir kvøld, og nú var tað ikki tí, at fólkið vildi síggja henda myrka mannin, men boðskapurin hjá Tom Roberts rakti fólkið á ein serlighan hátt, at tey ynsktu at hoyra meira. 

Á hesi fyrstu vitjan  hansara í 1973 vóru tað fólk í hópatali, bæði ung og eldri úr øllum landinum, sum komu til persónliga trúgv á Jesus Kristus, og sum til dagin í dag hava víst trúskap bæði innan brøðrasamkomuna og aðrar samkomur og kirkjur í Føroyum. 

Eitt satt vinarband varð knýtt millum Tom og Zacharias Zachariassen, og fylgjandi mongu árini vitjaði hann javnan í Føroyum, har hann altið hevði væl vitjaðar møtirøðir um alt landi, har Zacharias trúfast stóð honum við lið sum hin ótroyttiligi tulkurin. 

38 - 83
Tá Tom Roberts vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni var hann 38 ára gamal, í dag hevur hann bara endavent talinum og er í dag 83 ára gamal. Hann er framvegis virksamur sum evangelistur á Bahama oyggjunum. Tom sigur, at hann við hesi vitjan fegin ynskir at møta føroyingum og samkomum.  

Tom kemur ikki at hava møtirøðir á sama hátt sum áður, men skipað er fyri einstøkum evangeliskum møtum í nøkrum av samkomunum. Ein ferðaskrá er gjørd, sum kemur at liggja á heimasíðunum hjá EVR/Evangelisku og Lindini og fleiri øðrum heimasíðum.  

Tom og Lisa verða í Føroyum til seinast í apríl, og tey koma at vitja bæði á páskamøtunum á Tvøroyri og í Runavíkini.

Tá Tom vitjaði í 2011 hevði Kristiliga Sjónvarpsstøðin IKTUS samrøðu við hann, sum varð send í apríl mánaða sama ár. Vit hava hugt aftir hesi 8 ára gomlu upptøkuni við Tom, og leiðslan í IKTUS hevur avgjørt at endursenda samrøðuna við Tom, sum verður at síggja í  IKTUS í næstu viku. Samrøðan verður umsett til føroyskt.

Tom og Lisa koma til Føroyar fríggjadagin 15. mars, og fylgjandi sunnudag talar hann í  Nazaret í Kaldbak kl.11:00 og í Ebenezer kl.18:00