Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tóm politisk lyfti

Dan Klein --- 31.12.2017 - 09:00

Einki spurdist burturúr semingsroyndini í dag millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin. 

Partarnir eru farnir til hús uttan at nærkast eini loysn. 

Kristina Háfoss hevur fyri fáum vikum síðani í Degi & Viku lovað, at sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingarnar slóðaði veg fyri nýggja sáttmálanum við Pedagogfelagið. 

Annika Olsen hevur brúkt "eina niðurgerandi løn hjá námsfrøðingum", sum valagn, har hon í smálutum greiðir frá hvussu neyðugt tað er, at ein tann størsti starvsbólkurin í landinum fær eina virðiliga løn.

Men enn býr onki aftanfyri. Tóm orð og tóm lyfti.

Kristina og Annika standa ikki við síni orð.

Ístaðin ynskja tær, at verkfallið heldur fram. Ynskja, at ruðuleiki valdar, og óvirðilig korini hjá borgarunum halda fram, har námsfrøðingar og hjálparfólk starvast.

Vónandi fara komandi dagarnir at vísa politiskan vilja, so okkara umleið 2000 limir í Føroya Pedagogfelag fáa ein virðiligan sáttmála, har lønin samsvarar ábyrgd og útbúgving.

Føroya Pedagogfelag