Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tóm orð og krokodillutár

Nógv fyri at síggja Alfred Olsen spæla sosialan, men tað ger hann óivað, tí hann ynskir at taka hædd fyri einum skjótt komandi vali. Hann hevur annars stuðlað tí høgraradikalu og asosialu samgonguni saman við sínum floksfeløgum og tað bæði í høvd og reyv – og hevur annars í kvittanini at halda áfram við somu kós um høvið býðst.

Alfred og sambandsflokkurin hava og hava havt fullan kunnleika til niðurpíningarnar á sosialu økinum m.a á eldraøkinum og hava tigandi góðtikið tær, meðan tunnilsmilliardaprojektini ongantíð hava fingið nokk. Ongi spurnartekin við ørvitisprojekt. Jú dýrari, jú betri. Samstundis sum umbønir um pening til eldraøkið hava fingið fótin og annars verðið vístar vetrarvegin.

Hesir áður sosial-liberalu sambandsmenninir, sum í farnu døgum luttóku í stríðnum fyri sosialum rættvísi, hava selt sálina til tey høgraradikalu, sum til allar tíðir hava framt kúgingarpolitik: tikið frá teimum smáu, ið lítið og onki hava átt, og givið , lumpa og lirka tað til tey stóru, ið annars onki hava havt fyri neyðini.

Tað næsta verður kanska, at røktarheimini verða sprongd inn í komandi tunlar, har tey gomlu kunnu fóðrast við tólum, ið kunnu spræna føðina inn í høllirnar við jøvnum millumbilum. Soleiðis kunnu tey høgraradikalu og teirra viðhaldsfólk kombinera og spara á eldraøkinum, so flatskattafólkið kann fáa sær ein nýggjan model ella okkurt annað, ið tey annars ikki hava brúk fyri.

Vónandi bæði duga og vilja alt fleiri síggja, at tað eru gerningarnir, ið telja. Mong av teimum føgru orðunum er bert lokkumatur, sum skal fáa okkum at bíta á og atkvøða 'rætt'.

At geva seg út fyri at vera sosial-liberalan, tá mann praktiserar høgraradikalan politik, átti at fingið fylgir og fær tað vónandi á valdegnum.

Dagfinnnur Danbjørg.