Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tollvaldið hevur altíð rætt, og kann virka uttan lógargrundarlag

Hetta staðfestir Umboðsmaðurin í niðurstøðu, sum paradoksalt nokk er gjørd 1. apríl 2019, tó at klagan varð send longu 30. juni 2018. Føroyar er einasta stað í vesturheiminum, at flogvøllur loyvir tollmyndugleikum at virka uttan lógarheimild og fyrisiting, og góðtekur, at myndugleikin burturbeinir prógv hjá ferðandi, sum vendir í móti myndugleikanum sjálvum. Í øðrum londum tryggjar myndugleikin, at videoupptøkur avdúka avbyrgd tolløkir, júst fyri at verja støðurnar. Bara ikki í Vágunum.

Dan Klein, journalistur, hevur skrivað og greinað, sambært klagu:

Men lat okkum fyrst hyggja eftir hvat tað er fyri ein ”knagi”, Umboðsmaðurin hongur sína avgerð uppá, tá tollvaldið hjá Taks í Vágunum, í mun til allar aðrar myndugleikar á økinum, ikki skal hava lógarheimild, ella fyrisitingarligar meginreglur at ganga eftir fyri at útinna sítt virki, sum tollmyndugleiki á flogvøllinum!?

Umboðsmaðurin upplýsir, at heimildin liggur í løggildisgrundregluni (legalitetsprinsippinum), at gera inntriv í rættindini hjá einstaklingum við at skerja vanliga virkisfrælsi hjá borgarum ella leggja skyldur á borgarar, hava heimild í lóg. Løggildisgrundreglan hevur sum endamál at verja borgaran móti tilvildari útinnan av myndugleika. Hinvegin leggur løggildisgrundreglan ikki forðingar á vanliga virkisfrælsi, sáttmálafrælsi og eigararæði hjá myndugleikum. Ein almennur myndugleiki kann tí t.d., sum ein og hvør annar eigari, vísa burtur óviðkomandi frá síni ogn, um ikki ferðslan er loyvd sambært lóg ella øðrum reglum. Ein almennur myndugleiki, kann eisini, sum ein og hvør privatpersónur, seta treytir ella forboð fyri myndatøku á einum øki, sum myndugleikin hevur rætt at ráða yvir, hóast øki er frítt atkomuligt.

Umboðsmaðurin skrivar víðari: Tolløkið á flogvøllinum í Vágum er arbeiðspláss hjá TAKS. ”Tollfiltrið”, har ferðafólkini ganga í gjøgnum, og har forðskeltini eru sett upp, er alment atkomuligt, hóast ikki frítt atkomuligt, og má metast at vera partur av arbeiðsøkinum, sum Taks ræður yvir.

Eg meti tí, at Taks, sum almennur myndugleiki við ræðisrættinum yvir ”tollfiltrinum”, kann seta treytir fyri økið, sum t.d. forboð fyri mynda- og videoupptøkum. Eg taki undir við Taks í, at forboð fyri mynda- og videoupptøkum í ”tollfiltrinum" kann setast uttan beinleiðis lógarfesta heimild.

Váttar at ongin lógarheimild er 
Taks váttar, at ongin serlig lóggáva liggur undir forboðnum, at taka myndir á øki, sum annars ikki er frítt atkomuligt.

Taks hevur víst til § 264 a í almennu revsilógini, og tá umboðsmaðurin vísir til ”løggildisgrundregluna”, sum legaliserar ræðisrætt uttan heimild í øðrum ásetingum í lógini, gloymir umboðsmaðurin tann mest týdningarmikla setningin í løggildisgrundregluni, sum hevur til endamál ”at verja borgaran móti tilvildari útinnan av myndugleika.”

”Løggildisgrundreglan” er beinleiðis er sprottin úr § 264 a.

Tað var Kieron Georgiou, sum fekk at føla eina sera harðliga og ódámmliga viðferð av tollvaldinum í Vágunum, tó, at hann bara vildi skjalprógva hendingina við video-upptøku fyri at verja seg sjálvan, men fekk av at vita.
 
Fyri at lýsa paradoksini her, so verða øll avmyndaði í komu- og fráfaringarhøllini í Vágunum, har tað er frítt atkomuligt. Hetta verður gjørt av trygdarorsøkum. Hendir nakað, sum serliga krevur skerpandi umstøður í samband við trygdina, so skulu myndugleikarnir í floghavnini hava møguleika at gjøgnumganga allar upptøkur, og tað verður eisini gjørt.

Tað er rættiliga sannlíkt, at tollvaldið ikki kann brúka § 264 a, sum eina generelle forðing fyri upptøkum, og eina grundgeving fyri, at mannagongdin kann brúkast í einum avmarkaðum almennum rúmi á flogvøllinum, sum av náttúrligum orsøkum ikki er frítt atkomuligt.

Sjálvt um § 264 a, sum skal verja privatlívsfriðin, eisini er galdandi í øllum okkara grannalondum, sæst ongastaðnar, at hendan lóg er uppsligin at galda á teimum flogvøllum, sum eru nærmastu grannar okkara. Vit kunnu taka almenna Íslaendska flogvøllin í Reykjavík. Har er “spekkað” við upptøkutólum, eisini inni í tolløkinum. Tað sama ger seg galdandi í London Heathrow í Bretlandi.

Tað er heilt týðuligt, at hendir okkurt heilt óvanligt innanfyri tolløkið í Heathrow, ella í Íslandi, t.d. ein hending, sum hendan í Vágunum, so vildi tað verið heilt náttúrligt, at myndugleikarnir fyrst av øllum hugdu í gjøgnum øll upptøkutólini í økinum, hendingin fór fram í, fyri at fáa fulla vissu fyri hvat hendi.

Vit ganga út fra at sama mannagongd ger seg galdandi í  Danmark, Noregi, og í Svøríki. Men í mun til restina av Europa, er tað bara í Føroyum, í Vágunum, at upptøkutól eru allastaðnar, uttan í økjum, har tolleftirliti heldur eyguni við ferðafólkum. 

Hendir nakað óvanligt, so sum hendingin við Kieron Georgiou, so kan tað, í mun til trygdina aðrastaðir, ikki staðfestast í Føroyum, hvat veruliga hendi, um ferðafólk ikki skulu hava loyvi at taka myndir til egna verju.

Støðan í Vágunum er sostatt um eina serføroyska uppfinning, har øll eru bundin av frágreiðingini hjá myndugleikanum. Aðrastaðni er tað bara ikki nokk. Har veita almennu upptøkutólini trygdina, so eingin kann vera í iva um hvat hendi ein ávísan dag, tíma, og minutt. Í Føroyum ætla myndugleikarnir ikki, at sama trygd skal vera galdandi, sum í nærmastu grannalondum okkara, og nú hevur Umboðsmaðurin staðfest og góðkent hesa serstøðu í Føroyum.

Talan er um ferðafólk sum koma og fara, men hendir, at ferðafólk verða avmyndaði á øki, sum annars ikki er frítt atkomuligt, og t.d. verður lagt út á neti, er mannagongdin, at slíkt kann meldast til 
løgregluna, sum kann velja at reisa revsisak, men tá krevst, at tilfari verður mett av óheftum dómstóli.

Videoupptøkur eru eisini frá Heathrow, sum vísa, at almenn upptøkutól finnast allastaðni, eisini innanfyri tolløkini, men upptøkurnar vísa eisini, at har er onki skelti, sum ávísir, at ikki er loyvt at taka video-film, ella foto-myndir í økinum.

Á hesum flogvøllinum verður grundgivið, at videoupptøkur í tolløkinum eru neyðugar fyri at tryggja tryggleikan hjá ferðafólkunum, og forða fyri kriminellum atsóknum:

“CCTV in operation
Closed circuit  TV used at this Airport to help improve service maintain your safty and prevent chrime. Full information can be optained from the adress below.

CCTV operations, Edinburgh Airport, Ltd. Edinburgh, EH 12  9 DN.”

Tað er heilt tíðuligt, at Kieron Georgiou, er tann, ið serligu støðuni, skal verjast av lóggávuni. Hann uppfyllir krøvini fyri, at § 264 a, ikki kann nýtast, sum grundgeving fyri forboði her, tá tað er hann sjálvur sum videofilmar, bæði seg sjálvan og myndugleikapersónar, sum ikki í arbeiðinum kunnu metast at vera umfataði av hesi revsilóg um privatlívsfriðin,  og ella í løggildisgrundregluni (legalitetsprinsippinum), sum stórt sæð umfatar somu sjónarmið.

Lógin um privatlívsfriðin er altjóðalóggáva frá fimtiárunum, sum bleiv til artkl. 8 í mannarættindakovnentiónini hjá ST, og var upprunaliga sett í gildi fyri at verja borgarar í móti ágangi frá myndugleikunum.

-----------
Av somu orsøk fari eg at vísa til:

Udrag af :
2010 - Juridisk Institut - Aarhus Universitet
Udviklingen af den i retspraksis skabte udvidede inhouse regel; Afhandling nr. 8. 
INGE THERESE BILGRAV JENSEN 

RETTID 2010/Specialeafhandling 8
-------------
”2.2. International ret 
2.2.1. Den Europæiske Menneskerettighedskonvention I international sammenhæng er privatlivets fred beskyttet af Den Europæiske Menneskerettighedskonventions (EMRK) artikel 8, der omhandler retten til respekt for privatliv og familieliv. Konventionen, der er fra 1950, er ved lovbekendtgørelse nr. 750 af 19/10/1998 gjort til en del af dansk ret.” 

”Privatlivets fred er således anerkendt som en menneskeret, men er ikke en absolut menneskeret, idet art. 8, stk. 2 rummer undtagelser til stk. 1, hvorved det er muligt at gøre indgreb i individets ret til privatliv. Disse undtagelser medfører derfor, at privatlivet som menneskeret befinder sig i et område mellem hensynet til individet og hensynet til samfundets interesser, som de er angivet i stk. 2.1”

”Oprindeligt var menneskerettighederne tænkt som et værn for borgerne mod indgreb fra staten, men i dag anerkendes det, at konventionens rettigheder, herunder art. 8, også finder anvendelse i forholdet mellem private – også kaldet drittwirkung. Staterne har herved en positiv forpligtelse til at sikre en beskyttelse af privatlivet, hvilket kan ske ved at stille de nødvendige retsmidler til rådighed og straffe krænkelser af privatlivet.”

Paradoksið her er, at myndugleikin hevur eina positiva skyldu, at tryggja rættin hjá borgarunum. Í hesum førinum, Kieron Georgiou, men handlar øvugt, og tryggjar ístaðin myndugleikan, at fremja ágang, sambært sama borgara, sum hevur rætt til verju, stendur í grundgevingini fyri klaguni.

”Omfanget af denne handlepligt er omdiskuteret, men det tyder på, at staternes handlepligt forøges i takt med, at krænkelsesmulighederne og dermed behovet for beskyttelse tilsvarende bliver større. Konsekvensen af den moderne teknologis udvikling er således, at statens handlepligt bliver øget.2”

Inge Therese Bilgrav Jensen, viðgerð í síni serligu avhandling, mest nationala partin at umsita júst privatlívsfriðin í heiminum, men alt byrjar við, at borgararnir skulu verjast ímóti maktmisbrúki av myndugleikum, og myndugleikapersónum.

Hendan støðan er tí av heilt serligum slag, og ógvuliga prinsipiell, tí her krevur myndugleikin, sum borgararnir skuldu verjast í móti, at vera vardur av § 264 a. Frá tí, at ásetingarnar komu í artikul 8 hjá ST, er privatlívsfriðurin vendur á høvdið av teimum myndugleikapersónum, sum borgararnir fyrr skuldu verjast í móti. 

Í hvussu so er í Føroyum.

Fyri at kunna taka myndir uttan sanktiónir eftir § 264 a,  krevst, at tað er ein rímulig orsøk at taka hesar myndir. Tann parturin er í hvussu so er uppfyltur av Kieron Georgiou. Hann vildi verja seg sjálvan, men tað noktaði tollmyndugleikin honum, og nú sigur umboðsmaðurineisini, at tað er í lagi!?


Í nevnda føri er tann, ið tekur myndir, sjálvur einsamallur við einum myndugleika, sum hann metir seg hava góða orsøk, at verja seg ímóti, og eisini metir seg hava sín fulla rætt, at skjalprógva hending, har viðkomandi sjálvur er partur. 

Tað vildi sjálvandi verið annarleiðis um flogvøllurin í Vágunum uppfylti somu trygdarkrøv sum í grannalondunum, við upptøkutólum innanfyri, sum uttanfyri økini, sum ikki eru frítt atkomulig. Vóru upptøkutól innanfyri so vildi ikki verið neyðugt hjá Kieron Georgiou, sjálvum, at gjørt upptøkur.

Kieron Georgiou er í støðuni einsamallur, saman við myndugleika á øki, sum annars ikki er frítt atkomuligt, og tí hevur viðkomandi brúk fyri at taka myndir fyri at verja seg sjálvan í móti ágangi, hann metir myndugleikin fremur, fyri at framprovokera eina serliga støðu.

Tá ið myndugleikin sær, at Kieron Georgiou, avmyndar støðuna, brúkar myndugleikin makt fyri at taka telefonina, og harvið tekur myndugleikin, sambært Kieron Georgiou, eisini einasta prógv fyri áganginum, sum harvið hevur frítt spæl, at “sletta” prógvið úr fartelefonuni. 

Tað var júst slíkar støður  Inge Therese Bilgrav Jensen, sigur, var orsøkin, sum førdi til artikel 8 í mannarættindakonventiónini, ein verja í móti ágangi frá myndugleikum.

Inge Therese Bilgrav Jensen: 
Fotograferingen skal være uberettiget for objektivt at være omfattet af strfl § 264 a. Bestemmelsen er udformet så bredt, at der har været behov for en udtrykkelig henvisning til, at kun uberettigede handlinger er omfattet. I betænkningen om privatlivets fred anføres endvidere, at der kan forekomme atypiske tilfælde, der vil falde uden for bestemmelsen, idet fotograferingen i disse tilfælde ikke vil være uberettiget...

Tá ið myndatøka í hesum sambandinum kann rættvísgerast, so er ikki orsøk til at hótta Kieron Georgiou, við revsing í samband við brot á § 264 a. Tað er snøgt sagt ikki grundarlag, og verður eisini uppfatað, sum ágangur, stendur í klaguni til Taks.

Í hesum førinum var neyðugt hjá Kieron Georgiou, at avmynda seg sjálvan, fyri at lýsa ágangin. Kundi hann ikki tað, hevði hann heldur onga verju. Havast skal í huganum, at hesin 50 ára gamli føroyingurin við øðrum húðaliti, síðani 12-14 ára aldur, sigur seg hava verið forfylgdan av rasistiskum orsøkum. Einasti mátin, Tollvaldið og Taks kundu rættvísgjørt  síni uppáhald um, at Kieron Georgiou, framdi harðskap, var ikki at taka telefonina frá honum, men lata prógvini tala, sum lógu á telefonuni.

Men tað hendi ikki tí, sambært Kieron Georgiou, vildi hetta ført til, at hann prógvaði maktmisbrúk fra myndugleikanum.

Og so kunnu vit onnur standa spyrjandi, tí Tollvaldið/Taks, og løgreglan, sýnast at vera einastu partar, ið hava brúk fyri at innihaldið í myndatøkunum ikki koma fram. Onnur hava ikki áhuga í myndunum, og vóru heldur ikki partar av upptøkunum.

Her er tí lítil ivi um, at umberingin í § 264 a, ikki kann brúkast í hesum døminum, tá Kieron Georgiou, tekur myndir av sær sjálvum, og myndugleikapersónum. Han hevði eina góða orsøk. Har eru ikki onnur í rúminum, sum kunnu fáa ilt av at vera avmyndaði, enn bara teir myndugleikapersónar, sum kunnu hava nakað at krógva, stendur í klaguni.

Men nú hevur Umboðsmaðurin talað: Ferðafólk eiga onga verju í móti myndugleikaágangi, hóast Umboðsmaðurin kemur til hesa niðurstøðu, verður staðfest, at  Løggildisgrundreglan hevur sum endamál at verja borgaran móti tilvildari útinnan av myndugleika. Vorðin, sum verja, kann sigast.

Við hesum í huganum kann einhvør gera sær sína meting av, hvussu stóran týdning, Umboðsmaðurin leggur í at verja borgarar landsins í móti tilvildarligari og órættari málsviðgerð frá landsmyndugleikunum. 

Tað sýnist sum um heimildin hjá Umboðsmanninum liggur á einum støði, tá myndugleikapersónar, t.d. politistar ella tollarar, royna at basa ófriði á privatum ella á almennum dansistøðum, ella tollgyrðingum, har neyðugt er hjá myndugleikanum at seta seg í “respekt”, ella blása seg upp, fyri at útinna myndugleikan.

Er hetta bakgrundin, so stendur helt illa til í Føroyum. Kanska átti niðurstøðan hjá Umboðsmanninum bara at verið eitt neyðaregg og ein aprílsøga uppundir páskahalguna, men hetta var onkusvegna eisini væntandi, og fleiri grovari dømir enn hetta eru eisini ávegis.

-----------

Skjøl eru viðheft

Kelda:

http://law.au.dk/fileadmin/site_files/filer_jura/dokumenter/forskning/rettid/2010/afh8-2010.pdf



Svar til umbøn um alment innlit, 26. apríl 2018.pdf

Svar til umbøn um alment innlit, 26. apríl 2018.pdf

Taks Tollvaldið.pdf

FMR Svar til viðmerking frá Taks.pdf

Viðmerkingar hjá TAKS til kæruskrivið 31. mai 2018.pdf

32293543_10155700161681025_4519416544517685248_n.jpg