Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tollskuld hjá Niclassen

Fyrrverðandi grannskoðari og nú journalistur, valdi at skriva tað sum hann kundi fáa uppspurt og legði avtræt tað sum hann visti.

Journalisturin sigur sjálvur við Norðlýsið, at hann hevur brotið tagnaðarskylduna. Harumframt verður sagt, at hann eisini hevur tosað um hetta, har hann hevur arbeitt. Brot á tagnaðarskyldu kann geva alt frá bót til 6 mánar fongsul. Í serligum førum upp til 2 ára fongsul.

Tað forðar ikki almenna kringvarpinum, umvegis fyrrverðandi ”varastjóran” hjá tíðindamanninum, sum vit eiga at ganga út frá veit, at hetta eru trúnaðarupplýsingar, at taka søguna upp og eisini at endurgeva skjøl.

Kringvarpið hevur tí møguliga eisini brotið lógina um tagnaðarskyldu. Tí skyldar stjórin okkum eina frágreiðing um hann heldur at hetta er í lagið. Og tað skal sjálvandi verða úttalislsi frá skikkaðum advokati. Eisini er ynskiligt at fáa at vita um tíðinaleiðari ella møguliga stjóri hefta fyri tað sum sagt og skriva er. Hetta hevur týdning, tí ein journalistur kann ikki roknast óheftur, um ein politikari kann melda og harvið møguliga fongsla journalistin.

ALMENT INNLIT

Viðvíkjandi almennum innliti eru tvær lógir. Hesar gera ikki mun á privatpersónum og feløgum. (Sjálvt ikki taks kann broyta tað)Fíggjarlig viðurskifti eru altíð undantikin. Tí er sera lítið at ivast í, at alment innlit ikki kann fáast í hetta mál. Sambært dómum sum taks í Danmark hevur fingið í fjør, so er ógvuliga trupult at fáa nakað sum helst innlit í slík mál. Men eg eri sjálvandi ikki jurist, tó at eg havi fingið undirvísing í innlitislóg og fyrisitingarlóg. Men meti meg líka góðan lummaadvokat sum ein miðal hampa journalistur.

JØRGIN NEYVAN GJØRT NAKAÐ SKEIVT

Fútin avgjørdi einki at gera við málið og tí er Jørgin í tí hepnu støðu, at fútin hevur tikið støðu. T.V.S. hann hevur juridiskt einki gjørt skeivt.

Her sær eisini út til, at fleiri halda, at landsmynduleikin ikki hevur gjørt sína skyldu og sent fleiri upplýsingar til løgregluna. Sjálvandi hava teir sent alt, tá teir hava sent upplýsingarnar. Tað er standard hjá fútanum at boða frá sínari niðurstøðu og samstundis spyrja um tann, sum sendi upplýsingarnar hevur nakra viðmerking til niðurstøðu fútans. Altso har er eingin orsøk at halda annað enn at landsmynduleikarnir vóru samdir við niðurstøðuni hjá fútanum.

Síðan er at siga um Niclassen, at tað er ikki vist, at Jørgin var annað enn flaggskipari. Sambært tí sum eg hava hoyrt millum ár og dag var hann stjóri, men hevði einki við nevnda mál at gera.

Eisini skal havast i huga, at Niclassen fyritøkan sjálv reisti málið 20 august 1989 (samb. Heimasíðuni hjá KVF), og Jørgin gjørdist stjóri 29 desember 1989. Og sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum, segði fútin at tollkreditturin ”juridiskt” ongantíð var uppsagdur. Og landsstýri er áður dømt at teir ikki vóru snýttir, tí teir vistu og góðtóku tað sum fór fram.

Síðan kann bert verða talan um moralska ábyrgd. Og hon er bert galdandi um Jørgin veruliga hevði ábyrgdina av tí sum sigst verða hent. Eg fari ikki at diskutera eitt meira enn 20 ára gamalt mál og fólk sum eru farin. Heldur ikki um landsmynduleikin hevur loyvi at taka eina avtalu aftur, sum er gjørd. Og heldur ikki mannagongdir fyri innheinting fyri 20 árum síðan.

Men tað átti fjórða statsvaldi at gjørt áðrenn teir prenta eina søgu. Serliga tey sum farin eru áttu at verði viðgjørd innanhýsis. Tað kann ikki verða rætt at tvinga ein mann at úttala seg um pápa sín, tá tað eru fleiri sum minnast og kunnu siga tað søguna.

SLÍKT ER GÓÐTIKIÐ ÁÐUR

Tað er undarligt, at journalistar, sum vit enntá halda verða tjóveldismenn, hava gloymt at tað bert er hent einaferð at politikarar hava positivt góðtikið nakað líknandi. Hetta tá Tobbi varð noyddur (helst av Høgna og Sjúrða)at bakka ikki bara ein tumma, men minst ein tummastok í einum máli, sum var nógv greiðari enn hetta. Tí hevði verið áhugavert at fingið at vita hvar munurin er á hesum báðum málum. Fyri mær sær tað út til at hóast øll áttu at verið líka fyri lógini, so eru summi meira líka. Ein skilagóð og upplýsandi pressa hevði sjálvandi havt upplýst okkum, soleiðis at vit út frá ymiskum vinklum kundu gjørt okkara egnu niðurstøðu um hvør heldur at lógir skulu haldast og um nakar heldur at lógir bert skulu haldast eftir egnum tørvi.

Í politikki verður moralur og ábyrgd bert brúkt um hini. Ongantíð um sínar egnu. Tað sær út til at tað sama kann sigast um moral í pressuni. Pressan verjur lógarbrot og gevur skeivar upplýsingar. Men ketan hjá Palliba er langt síðan lopin av. Og tað er væl høvuðsorsøkin til at vit veljarar velja sum vit gera!

Oyggjatíðindi fluttu einaferð redaktiónina oman í Jónas Broncks. Spennandi verður at síggja um kringvarpið og portalurin flyta til Klaksvíkar. Vónandi verður tað betri. Livst so spyrst.

Eivind Jacobsen

Strendur

PS. Eg havi 3 ferðir tosa við Jørgin. Í 1996, 2011 og februar 2013. Eg havi ongantíð valt hann ella flokk hansara og ætli mær heldur ikki.