Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tollkríggj millum Danmark og Noreg

Norska stjórnin hevur fyri nøkrum mánaðum síðani lagt toll á eina røð av landbúnaðarvørum. Hetta hevur fingið øði í danskar politikarar, sum ætla at kæra Noreg til ES-kommissjónina og hótta við at leggja toll á norskar fiskavørur Danskir gartnarar útflyta fyri 250 millónir krónur árliga til Noregs, og nýggi tollurin kann raka danskar gartnarar sera meint. Eitt nú hevur hortensia-plantan fingið álagt ein toll uppá 72 prosent.

Hetta hevur fingið tinglimin í Europa Parlamentinum, Bendt Bendtsen, upp úr stólinum. Hann hevur skrivliga kært Noreg til ES-kommissjónina og hóttir samstundis við at leggja toll á norskar fiskavørur.

- Vit mugu taka í herðatoppin á norðmonnum beinanvegin. Um teir ikki uppføra seg ordiligt, mugu teir fáa kærleikan á kenna á øðrum økjum, sigur Bendt Bendtsen úr Konservativa flokkinum við Jyllands-Posten. Hann vísir á, at Noreg eisini hevur hækkað tollin á osti og øðrum landbúnaðarvørum seinastu tíðina.

Í Noregi er fiskivinnan bangin fyri, at tollurin á landbúnaðarvørur fer at raka fiskivinnuna aftur sum ein boomerang.

- Fiskivinnan útflytur fyri 50 milliardir krónur um árið. Vit hava alla orsøk at vera bangin fyri, at vit fáa tað beint aftur í høvdið, um Noreg økir tollin á landbúnaðarvørum, sigur leiðarin í Norges Fiskarlag, Reidar Nilsen við Dagens Næringsliv.

Norski ráðharrin í fiskivinnumálum, Lisbeth Berg-Hansen, ásannar, at møguligur revsitollur á norskar fiskavørur kann fáa álvarsligar avleiðingar.

- Marknaðaratgongd er altavgerandi fyri norska fiskivinnu. 90 prosent av okkara fiskavørum verða útfluttar, og vit kunnu ikki eta alt sjálv. Vit hava áður kempað ímóti handilsforðingum og vita alt ov væl, hvat tað kann kosta. Vit eru eitt lítið land í einum stórum og hørðum heimi, sigur Berg-Hansen, sum fer at gera alt fyri, at norskar fiskavørur ikki fáa revsitoll í komandi tíðum.

Bendt Bendtsen væntar at fáa svar frá ES-kommissjónini einaferð í hesum mánaðinum.