Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tollækking á útflutningi til Suðurkorea

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur á fundi við koreanskan vararáðharra fingið lyfti um tolllækking

Tíðindaskriv

Í gjár hitti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum,  Youngrok Choi, suðurkoreanska vararáðharran í skatta- og tollmálum, á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, har ið teir umrøddu handilsviðurskifti landanna millum.

Á skránni var støða Føroya á suðurkoreanska marknaðinum, har landsstýrismaðurin gjørdi vart við, at Føroyar eiga at fáa eins lagaligar tolltreytir í Suðurkorea, sum onnur WTO limalond.

Koreanski vararáðharrin váttaði í hesum sambandi, at Suðurkorea er í holt við at endurskoða sína lóggávu á økinum, og væntar at veita Føroyum sonevnda MFN støðu frá mars mánaða í ár. Tað merkir m.a., at tollurin á føroyskum laksi til Suðurkorea fer at lækka. Hetta er ein fyribilsskipan, meðan arbeitt verður við at fáa handilsviðurskiftini millum londini í eina fasta legu.

Eisini umrøddu partarnir eitt føroyskt uppskot um at fáa í lag eitt meira skipað samstarv á handilsøkinum, við tí fyri eyga at fáa betri tollsømdir fyri ávísar týdningarmiklar fiskavørur, sum eitt fyrsta stig í eini tilgongd fram ímóti eini fríhandilsavtalu landanna millum.

Ætlanin hjá suðurkoreansku sendinevndini er at vitja í Føroyum, og kemur vararáðharrin og fylgi til Føroya í morgin, fríggjadagin 20. januar. Av tí at Poul Michelsen, landsstýrismaður er í ymsum fundarørindum í Danmark í hesum døgum, hittust partarnir á fundi í dag í Keypmannahavn.

Koreanska vitjanin er partur av eini tilgongd, har ið Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur arbeitt eina tíð við málinum, og m.a. havt umboð í Suðurkorea í november í fjør.

Í morgin kemur koreanska sendinevndin til Føroya, og har hittir vararáðharrin Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og vitjað verður í Vinnuhúsinum og hjá alifyritøkuni Bakkafrost.