Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Maud Wang Hansen skrivar undir avtalu um flokking

Tóku undir við semingsuppskoti

Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið undirskrivaðu seinnapartin eina avtalu um flokking av námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum eru stuðlar í fólkaskúlanum, námsfrøðingum, sum arbeiða í serstovum í skúlunum og námsfrøðingunum, sum arbeiða á Skúlanum á Trøðni.


- Tað er ein lætti at fara í jólafrí og hetta er framt, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum. Tá nýggjur sáttmáli var undirskrivaður 15. januar í ár, vóru nøkur flokkingarmál eftir at fáa upp á pláss. Tá ikki varð komið á mál við hesum samráðingum, sendi Pedagogfelagið boð eftir semingsmonnunum.

Nakrir fundir hava verið millum partarnar saman við semingsmonnunum og í dag fingu partarnir eitt semingsuppskot frá Terja Sigurðsson, semingsmanni. Seinnapartin kl.15.00 boðaðu báðir partar frá, at teir tóku undir við semingsuppskotinum, og avtalan um nýggju flokkingarnar varð undirskrivað. 

-Semjan lýsir ikki tað úrslitið, sum nevndin í Pedagogfelagnum strembaði eftur, tí hon betrar bert umstøðurnar hjá nøkrum av okkara limum. Semjan er eitt stig á leiðini, fyri betri lønar- og setanarviðurskiftum hjá limum okkara í fólkaskúlanum, sigur Maud Wang Hansen.Avtalan snýr seg um trý arbeiðsumráði hjá námsfrøðingum.

Nýggj flokking er gjørd fyri námsfrøðingar, sum arbeiða á serstovum í skúlum og við nýggju flokkingunum hækkar lønin hjá teimum. Eisini er nú staðfest, at fyrireiking v.m. verður roknað sum partur av arbeiðstíðini hjá námsfrøðingum á serstovunum. 

Hjá námsfrøðingunum á Skúlanum á Trøðni var staðfest í avtaluni, at verandi arbeiðstíð er galdandi og lønin hækkar samsvarandi lønini hjá námsfrøðingum á serstovunum. Við í samráðingunum vóru eisini lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá stuðlunum, bæði hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum í skúlunum. Men tað eydnaðist ikki broyta lønina hjá teimum hesa ferð.

- Tað harmar meg almikið, at vit ikki fingu lyft hendan bólkin á hesum sinni, men eg fegnist um tey stig, sum vit hava tikið, og at tað er nú er staðfest, at arbeiðsumstøðurnar hjá øllum okkara limum í fólkaskúlanum skulu skipast betri, sigur Maud Wang Hansen.