Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tøkk

Team Rynkeby Føroyar 12. september 2015

Heilsan frá Jákup N. Olsen, formanni, til Team Rynkeby Føroyar 12-09-2015 

Vegna Krabbameinsfelagið er tað mær - aftur í ár - ein stór gleði, at taka ímóti hesi stóru gávu frá Team Rynkeby Føroyar. Heili 945.000,- kr., ið fara óskerdar til børn við krabbameini.

Stóra takk øll tit, sum súklaðu til París og tit, sum stuðlaðu tiltakinum á ymiskan hátt.

Í Føroyum eru tað 1 – 2 børn um árið, sum fáa krabbamein. Tað vil siga, nýggir tilburðir.

Ein av stóru avbjóðingunum, sum vit í Føroyum hava er, at børn við krabbameini mugu uttanlands til viðgerðar – og ofta tekur viðgerðin langa tíð.

Umframt stóru menniskjaligu avleiðingarnar av hesum, hevur hetta stórar fíggjarligar útreiðslur við sær. Tí foreldrini mugu ofta vera burtur frá arbeiði fyri at vera hjá barninum.

Vit í Krabbameinsfelagnum eru ógvuliga fegin um, at vit kunnu stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra. Fleiri fingu stuðul í fjør, við eini peningaupphædd, sum veruliga munaði. Við hesar stórfingnu gávuni kunnu vit nú aftur í ár, veita familjunum ein stuðul, sum ger mun.

Peningurin, sum kemur inn, verður nýttur til hesi 3 øki:

• Fíggjarligan stuðul til børn, sum fáa krabbamein og familjur teirra.
• Til gransking innan krabbamein hjá børnum.
• Til foreldrabólkin hjá Krabbameinsfelagnum, sum tekur sær av áhugamálum hjá familjum við børnum við krabbameini.

Enn einaferð stóra takk fyri megnar avrikið, øll somul. Tit eru ófør.

Heilsan

Jákup N. Olsen
formaður í Krabbameinsfelagnum