Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tøkk Jákup N. Olsen og Agnar á Dul

Tað er við sorgblídni, at vit siga tykkum báðum takk fyri tíðina í Krabbameinsfelagnum.

Tíðindaskriv:

Takk fyri sera gott samstarv, tykkara trúfesti og alt tað, tit hava gjørt fyri felagið hesi nógvu árini. Jákup hevur sitið í nevndini síðan 1987 og verið formaður síðan 1992, og Agnar hevur verið kassameistari, síðan felagið varð stovnað í 1979.

Tit hava verið drívmegin í felagnum. Eldsálir, ið brenna fyri teimum krabbameinsraktu. Tykkara mál hevur alla tíðina verið at bøta um umstøðurnar hjá hesum sjúklingabólki. Tit hava lagt ótrúliga nógva orku og frítíð í hetta sjálvbodna arbeiðið.  
                        
Vit ynskja tykkum alt tað besta og blíðan byr.