Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tøk græt eisini við turrum tárum

Og hin elskaði Baldur varð av somu orsøk verðandi í Helheimi. Rósa og Edla hava eisini ofta grátið við turrum tárum í sambandi við vanlagnu brekaðu barnanna, ið av fíggjarávum - hevur verið sagt - mugu bíða í fleiri ár fyri at fáa hart tiltrongda hjálp, sum landsins myndugleikar annars greitt hava lovað at veita teimum í ST- undirskrivaðum sáttmála.

Umberingarnar hava verið so nógvar, at eg ofta eri komin til at tonkja yvir, tá danir - í líknandi støðum - plaga at siga, at vegurin, til tað Ónda stað, er steinsettur við umberingum. Tí tað følist ikki øðrvísi: umberingar, umberingar og aftur umberingar. Teirra turru tár hava einki havt við nevndu børn, ella annars tey mongu sjúku, ið ikki hava kunnað farið av landinum í viðgerð síðstu mánaðarnar av árinum, vegna umberingar um peningatrot, men einans verið væltilrættalagdur sjónleikur sum liður í atkvøðufiskaríið. Fúl skom.

Hetta kemur týðiliga til sjóndar, nú mvg-kunning fyriliggur. Ríkiligt av mvg-peningi hevur verið og er til, men er ikki tikin inn í landskassan, men givin og eftirgivin í 100 mill-klassanum til mong, ið frammanundan hava í ríkiligt mát. Álíkvæl eru 100 mill. av landskassans mvg-peningi enn eftiri í privatregi. So enn er møguleiki fyri at sláa til og krevja nevnda pening í landskassan, har hann av røttum hoyrir heima, skal nøkur virðing og/ella trúvirði verða í tykkara politiska virksemi, tí sum sambandsfloksins sosialprofilar eru tit lítið og onki verdar, sum er. Einans tomt tos, ongin handling, ið vísir vegir og skapar virðiligar loysnir fyri tey mongu, ið so hart hava brúk fyri tí. Kjansurin er har, men er nakar vilji til staðar?

Sjálvandi vita vit, at tað krevur ekstra eftiransni, tá mann velur at ganga í takt við óreiðiligum og djúpt asosialum fólkum, tí tá kann mann lætt vera um ein háls við sera stórum umkostningum fyri tey, ið hava havt og møguliga enn hava tiltrúgv til lyftini, ið givin vórðu, fyri valið . Men vit kunnu bert liva í vónini um, at veruleikin opnar eygu og oyru tykkara og ger, at tit taka annað skinn um bak, sjálvt um vit - sum uttanfyristandandi - onki hava at hava hesa vón í.

Stórt spell. Tí tann tíðin er annars ikki so fjar, tá hin sosialliberali sambandsflokkurin eisini hevði eygu og oyru opin og vend móti teimum, ið høvdu brúk fyri einari hjálpandi hond og - væl at merkja - eisini góvu teim treingjandi hana. Men nú følist og upplivist alt meira og meira sum um, at tann tíðin er farin med alla, tí nú ganga flestu sambandspolitikararnir eins og teir høgraradikalu meira við hondunum í lummunum hjá øðrum, enn hjá sær sjálvum. Eitt høgraradikalt politiskt design, sum er til at gráta yvir, tó ikki við turrum tárum, tí til tað er hetta alt ov tragiskt til ikki at verða tikið í fullum álvara.

Dagfinnur Danbjørg.

E.s.: Kann tað annars undir nøkrum umstøðum góðtakast, at landskassin í loyndum verður nýttur sum sjálvtøkubúð av privatum vinnurekandi? Kunnu vit ikki í minsta lagi fáa nøvn og strikaðar upphæddir hjá hvørjum einstøkum almannakunngjørd - bæði tá talan er um tær 65 mill. kr., ið longu eru strikaðar, men eisini viðv. teimum 33 mill. kr., ið ætlanin er at strika um ikki so langa tíð. Tí landskassin er hóast alt enn fólksins - ikki fólkafloksins - ogn, og mong , ið hava rætt til hjálp og stuðul, verða - sum er - víst burtur við ongum, tí har er onki at koma eftir. Tey privatu hava - eins og formaður fólkafloksins og verandi fíggjarmálaráðharri - slokt trogið. Eitt fólksins innlit og ein óheft almen kanning viðvíkjandi, hvat ið hevur gingið fyri seg, og hvat ið ætlanin er skal ganga fyri seg, hevði uttan iva - nú skjótt 100 mill. kr. eru lensaðir út úr landskassanum og í í privatar lummar - kunnað steðgað ørskapinum og fingið mill. í staðin at rullað inn í landskassan, so sum ætlanin alla tíðina hevur verið, og sum lógin hevur lagt og leggur upp til. Og soleiðis kundu m.a. sjúk sloppið av landinum í viðgerð alt árið, og ST-sáttmálin um brekað børn verið yvirhildin.