Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tøgnin er brotin - ráðstevna um kynsligan ágang

Mikudagin, 26. september, verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum undir heitinum “Tøgnin er brotin”. Endamálið er at varpa ljós á kynsligan ágang og vantandi viðgerðartilboð til børn og vaksin í Føroyum.

Tíðindaskriv:

Tað eru áhugabólkarnir Tøgnin er brotin og Verjið børnini, sum standa fyri ráðstevnuna. Millum fyrilestrarhaldararnar eru Magretha Aaland, leiðari fyri Institutt for klinisk sexologi og terapi í Oslo, Elin Winther Poulsen, samskipari fyri Sig frá verkætlanina, Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, Gvøðbjørg West, leiðari fyri KRIS, og sálarfrøðingarnir Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Tóra Petersen.

Fyri nøkrum árum síðani varð kynsligur ágangur settur á breddan í Føroyum, og í seinastuni hevur kjakið um hetta evnið verið sera heitt.

Á ráðstevnuni, Tøgnin er brotin, fer hetta álvarsmál, at verða lýst frá einum fakligum sjónarhorni. Boðskapurin er greiður: “Tøgnin um kynsligan ágang er brotin, og gjøgnum upplýsing tryggja vit, at tøgnin ongantíð aftur verður góðtikin!”

Ráðstevnan er serliga viðkomandi fyri tey, ið arbeiða við børnum ella við fólki, ið eru kynsliga misnýtt í barnárunum. Men eisini er hon viðkomandi fyri øll, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, teirra avvarðandi og fólki, ið hava áhuga í hesum evninum.

Ráðstevnan verður mikudagin 26. september frá kl. 9-17. Umframt fyrilestrar verður ábit og tónleikaframførslur.

Øll skráin er at finna á nlh.fo, har ber eisini til at keypa atgongumerki á kr. 300.