Toftamenn reistust í Runavík
Við tryggum 2-0 sigri á NSÍ í Runavík, vunnu toftamenn botndystin í 14. umfari í Effodeildini. EB/Streymur gjørdi sína skyldu í Vági, og halda harvið fast um fremsta plássið í bestu deidini.
14. umfar í Effodeildini fór av bakkastokki leygardagin, tá FC Suðuroy og EB/Streymur brustu saman á Jóansøku í Vági. Sundalagsmenn vunnu 2-0, og halda teir harvið fast um fremsta plássið í Effodeildini. Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen gjørdu málini fyri EB/Streym.
NSÍ - B68 0-2 (0-1)
Við Løkin í Runavík var botn- og grannauppgerð, har NSÍ tók ímóti B68. Undan dystinum vóru runavíkingar trý stig frammanfyri toftamenn, og tí var ein sigur eitt krav til B68, sum als ikki hevur livað upp til tað, ið varð væntað av teimum undan kappingarbyrjan.
Hinvegin eru runavíkingar komnir væl í gongd, í mun til hvat serfrøðingar og onnur mettu undan hesum kappingarárinum.
Men tá avtornaði fóru toftamenn avstað við øllum. B68 vann 2-0, og var sigurin eisini fult uppiborin. Jónleif Højgaard legði B68 á odda tá fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin, og tíggju minuttir fyri leiklok slerdi Óli Olsen sigurin fastan.
Nú 14 dystir eru spældir, eru NSÍ og B68 jøvn við 14 stigum.
Úrslit, 14. umfar:
FC Suðuroy - EB/Streymur 0-2 (0-1)
B36 - TB 2-2 (2-2)
KÍ - ÍF 1-0 (1-0)
Víkingur - HB 2-2 (0-0)
NSÍ - B68 0-2 (0-1)
Kelda: www.fsf.fo