Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Toftamenn gjørdu innrás í Havn í gjár

Í gjáramorgunin kom Westward Ho skúmandi inn um Molan og stýrdi beint inn á Vestaruvág, har sjómansvísurnar dundu um alla vánna. ”Manningin”, sum kom í land á Høgukei, vóru ikki færri enn 40 vælvaksnir veteranar úr Undirhúsinum á Toftum, harav nógvir vóru gamlir sluppmenn.

Í Múllers Pakkhúsi tóku sitandi borgarstjóri Jógvan Arge og Ingibjørg Berg, kommunustjóri, ímóti. Jógvan Arge beyð toftamonnum vælkomnum og greiddi frá pakkhúsinum og gamla umhvørvinum við Vestaruvág.

Jógvan Arge greiddi í drúgvari røðu frá um toftamenn í Havn, um samskiftið millum Toftir og Havnina og um gomlu skipini hjá Søren Múller. Eldru toftamennirnir vóru eisini sera hugtiknir av málningunum hjá Hans Skálagarð, og fleiri høvdu verið við sluppum, sum Skálagarð hevur málað.

- Westward Ho smæðist ikki burtur millum siglarar. Sluppin, sum varð bygd í Onglandi í 1880’unum, er framvegis siglingarfør bæði millum oyggjarnar og millum lond við sjálvbodnari manning. Hartil er hon eitt prýði, segði Jógvan Arge, sum helt, at toftamenn við síni vitjan í dag eisini høvdu ásannað hetta.

Eftir ein kaffimunn kvitteraðu toftamenn fyri framúrskarandi móttøkuna við at Undirhúskórið sang eina fleirræddaða sjómansvísu í besta shantystíli. Ikki eyga turt. Síðan fóru teir at vitja løgtingið, haðan leiðin gekk út á bátasavnið og í onnur søvn í býnum eftir ein góðan døgverða á Hafnia.

Westward Ho loysti aftur av Høgukei við toftamonnum kl 18, seinnapartin í gjár.