Toftamaður hugtikin av Nepal
Gamlar Perlur: Fyrst var hann bara hugtikin av Nepal, Mount Everest, og landinum sum heild. Í dag er toftamaðurin, Kristian Erling Højgaard, ein heilhjartaður stuðul hjá brekaðum í Nepal. Oyggjatíðindi hevur biðið Kristian greiða frá Nepal-ævintýri hansara við egnum orðum:
Grein í Oyggjatíðindi 13. februar 2009:
7000 km eystanfyri Føroyar finna vit Nepal, og nevnir man Nepal, so má man eisini nevna Himalaya og Mount Everest. Eg havi altíð verið hugtikin av Nepal, serliga tí mær dámar væl, at síggja høg fjøll og djúpar dalir, men eisini at møta fremmandar mentanir. Hægsti fjallatindurin í Nepal er sum sagt eisini tann hægsti í øllum heiminum, nevniliga Mount Everest og í býnum Lumbini var sjálvasti Buddha føddur. Tey seinnu árini hevur man tíverri, mest sum einans hoyrt keðilig tíðindir úr Nepal. Fleiri enn 13000 fólk hava latið lív í einum borgarakríggi, sum aftaná eini 10 ár, vónandi hevur fingið sín endaliga enda.
Í 2006 var eg í 5 mánaðir og starvaðist sum sjálvboðin á einum barnaheimi fyri handikappaði børn í Nepal. Eg kom í samband við Rose, ein eldri dama úr New Zealandi, sum í fleiri ár hevur ferðast til Nepal. Rose eigur eina døttur sum er handikappað, og tá hon frætti um støðuna hjá handikappaðum í Nepal, valdi hon sjálv at gera okkurt við tað. Hon kom í samband við ein lítlan felagsskap, sum var stovnaður við tí endamáli, at hjálpa og stuðla handikappaðum børnum. Tað var so á teirra barnaheimi, at eg koma at starvast.
Støðan hjá handikappðum í Nepal, var nakað ið eg lítið og einki visti um. Nepal er eitt av heimsins fátækastu londum, har handikappaði eru millum tey, ið eru allar ringast fyri. Eg skal ikki lasta teirra religión, sum er Hinduisma, men tað eru nógv sum trúgva, at handikappaði eru revsaði fyri, at hava verið eitt minni gott menniskja, í einum fyrra lívi. Hildi verður, at upp í móti 10% av íbúgvunum eru meir ella minni handikappaði. Orsøkirnar sigast at verða millum annað, at børnini ikki verða koppsett, at vatnið er ikki reint og at Cast-systemið ger, at tað eisini er nógv indavl í Nepal.
Í høvuðstaðnum, sær man ikki so nógv til, at handikappaði verða sett til síðis, men um man fer út á landið, so sæst tað tíðligt. Í ringastu førum verður ein skúrur gjørdur til barni at búgva í, og tá liðugt er at eta sleppur barni at eta restirnar. Eisini kemur tað fyri, at børn verður bundin tá foreldrini fara til arbeiðis. Her vit kunnu sjálvi royna seta okkum í teirra støðu, tí hvat skulu foreldrini gera við eitt handikappað barn, tá tey bæði eru noydd, at arbeiða úti á markini allan dagin, bara fyri at yvirliva.
At verða sjálvboðin á einum barnaheimi í Nepal, er ein stór útfordring fyri teg sum er uppvaksin í vesturheiminum. Man virkar sum ein slags stuðul hjá børnunum við at hjálpa teimum við skúlatingum, spæla við tey og fara túrar saman við teimum, nakað sum tey eru sera glað fyri. Børnini og starvsfólkini, koma tey fleystu frá neyðarsligum korum, og tí kann tað fyri teg, verða bæði stravið og frustrerandi. Fleiri av teimum duga ikki at brúka vesi, og sjálvt um ein kumma er á vesinum, so kundu tey gott finna uppá, at pissa í rennuna á gólvinum.
Tey flestu av børninum, ið koma á heimið hava polio (barnalammilsi), nakað sum einki tilfeldi hevur verið av, her heima hjá okkum í fleiri enn 50 ár. Síðani eru eisini nøkur børn, ið hava mist arm og bein, har tvey av teimum hava mist annað beini, tí infektión var komið í eftir beinbrot. Nakað uttanfyri Kathmandu er eitt privat sjúkrahús har børnini fáa skurviðgerð. Ein vinnulívsmaður úr USA, hevur tikið uppá seg, at gjalda fyri hvørjaferð, at eitt barn skal innleggast har.
Eg var sera glaður fyri mína tíð í Nepal, og tí valdi eg, at fara aftur í August 2008, og hesuferð var eg har í 4 mánar. Nú var eg eisini blivin ein partur av barnaheiminum, við tí endamáli at hjálpa teimum fíggjarliga. Eg heilt eisini, at eg sum føroyingur havi nógv at bjóða teimum. Áðrenn eg fór avstað gjørdi eg ein lítla innsamling her í mínari heimbygd á Toftum. Eg var eisini bilsin av øllum tí stuðli, sum míni bygdarfólk víst mær, og tað vil eg so hjartarliga takka teimum fyri.
Tað var ein sera stór løta fyri meg tá eg kom aftur til Nepal, og sá øll tey glaðu og smílandi børnini aftur. Nú vóru tey flutt til eitt nýtt heim, sum liggur 5 km uttanfyri Kathmandu, í einum meiri friðarligum umhvørvi enn seinast. Nú vóru 55 børn á heiminum í mun til 35 seinast, og starvsfólkini vóru eisini nýggj, men tað gekk skjótt, at læra tey øll at kenna.
Fyri peningin sum eg hevði við, fingu vit keypt ting sum tey veruliga høvdu brúk fyri. Tað fyrsta vit keyptu var ein vaskimaskina, sum kom væl við, tí framman undan vóru øll klæðini vaskaði við hond. Ein kvinna sum arbeiðir á barnaheimum vaskaði øll klæðini hjá teimum smáu børnunum, so tað gjørdist ein stórur lætti hjá henni. Tey høvdu ikki nógvar greiðir á heiminum, tí keyptu vit eisini ein nýggjan komfýr og tveir rískókarar.
Eisini keyptu vit eina rúgva av vaskigreiðum, umframt at vit fingu goldið skuldina, sum tey høvdu í handlum rundum um. Tá børnini einans fáa rís at eta, so fingu vit eisini eina kvinnu, at koma á heimið av og til, at gera Momo, sum er ein sera populerur rættur í Nepal. Tað er eisini umráðandi, at børnini sleppa at uppliva okkurt annað enn tað tey eru von við. So saman við einari kvinnu úr Englandi og einari úr Australia, var skipa fyri einum busstúri til Manakamana templi, sum liggur 100 km vestanfyri Kathmandu.
Tað sum eg nú vóni, at kunna hjálpa teimum við í framtíðini, er m.a. at tey kunnu fáa størri úrval av mati. Sum er nú so eta tey einans rís, og tað er sera sjálvdan, at tey fáa mjólk at drekka, sum er ynskiligt, at tey skulu fáa hvønn dag. Sjálvt um bygningurin, sum børnini búgva í er nokk so nýggjur, so kundi hann gott verði í betri standi og har er eisini nakað at gera. Um veturin er sera kalt um náttina og tí fara børnini ofta í song í bæði jakka og húgvu, tí barnaheimi eigur ikki tjúkkar vetrar dynur, sum kosta nógvar pengar í Nepal. Eisini er kalt í kømurunum, tí tey hava heldur ikki teppir, at leggja á gólvini. Eisini er ynskiligt, at fáa fleiri enn tey 3 stravsfólkini, sum arbeiða á heiminum.
Men eg hevði eisini fleiri minni góðar upplivingar á heimunum. Nepal er eitt tað mest korrupta landið í øllum heiminum, og nøkur av teimum, sum standa aftanfyri barnaheimi, eru har fyri at hjálpa sær sjálvum, heldur enn at hjálpa børnunum. Nakrar ferðir bleiv eg persónliga álopin, tí eg ikki gav teimum pengarnar sum hevði við, so tey sjálvi kundu avgera hvussu teir skuldu brúkast. Um so var, so kundi eg verða heilt vísur í, at tey fóru at koyra helmingin í teirra egna lumma, men heldigvís, so var leiðarin fyri heimið ein góður og erligur persónur. Ofta tá tey skuldu fundast, var nær við at tey fóru at berjast, og tað einu ferðina var leiðarin noyddur, at senda boð eftir løgreglum.
Ofta verður eitt barnaheim í Nepal gjørt bara fyri at vinna pening, og tað kostar kanska 200.000 kr. at reka eitt barnaheim um árið. Tú kanst hava eina góða heimasíðu, við nøkrum góðum myndum, so kanst tú fáa útlendingar, at gjalda fyri tað. Um tú so kanst fáa 500.000 kr. inn í stuðli, so koyrir tú bara restina í tína egna lumma, tíverri. Men vit mugu ikki gloyma, at tað er stórur munur á nepalesiskari og føroyskari mentan.
Tá man so kemur aftur til Føroyar, blívur man beinavegin frustreraður, og tað er ringt at koma yvir tað aftur.
Tað er eisini fyrst tá man sær hvussu gott man hevur tað her í Føroyum. Fleiri enn 6 milliardir fólk búgva á Jørðini, og tey 48.000 sum búgva í Føroyum, halda seg verða klókari enn øll hini. Man blívur eisini keddur inn á alt hettar práti um hvussu tað almenna hevur slept fólk upp á fjall. Hví kunnu fólk ikki bara prísgeva tað almenna fyri alt tað arbeiði, sum tað hevur gjørt kring landið fyri at hjálpa teimum, sum ikki hava tað so gott. Tá tað so er gjørt, so kann man fara og hyggja eftir, hvat vit so kunnu gera betri fyri at øll í okkara samfelag kunnu hava tað gott.