Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tobbi verður fólkatingslimur

Tá Tjóðveldi hevur eina skipan um, at tey fólkavaldu ikki kunnu hava meira enn tann eina sessin, so merkir tað, at Magni Arge, sum nú avloysir Høgna í Fólkatinginum, má fara úr hesum starvinum, og seta seg í løgtingið, har hann varð valdur týsdagin. 

Hóast fleiri kláraðu seg betur enn Tobbi á Fólkatingsvalinum, vísir tað seg, at tey, sum eru frammanfyri kajfútan, øll eru vald í løgtingið, og so kann politiski "óargaungin" sleppa springinum í býráðnum, og leggja til kaj í fólkatinginum. Hetta skuldi verið skjótt fixað. 

Hann hevur langt síðani skrivað undir uppá at virða donsku grundlógina, og blokkurin til flokkin er tryggjaður. Lagnan hevur verið blíð við hendan lítillatna "drongin" av Glyvrum. Til lukku við starvinum. Timburmenn ella ikki; hatta var so ikki onki at vakna upp til mikumorgun.

Hetta legði Dan Klein, út á sína Facebook síðu fyri sløkum tíma síðani.