Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðveldi misbrúkar stjórnarskipanina til loysing

Eftir fund um stjórnarskipan

Tjóðveldi hevur framvegis ikki flutt seg, síðani samráðingarnar um eina føroyska stjórnarskipan slitnaðu í 2011, og flokkurin vil framvegis hava, at stjórnarskipanin skal standa oman fyri grundlógina. 

Hetta er greitt eftir fund fyrrapartin millum floksformenninar um stjórnarskipanina, sum 14. september-samgongan ætlar at seta í verk.

Kravið um, at stjórnarskipanin skal standa oman fyri grundlógina, er tað sama sum at loysa Føroyar úr ríkinum og Ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin tekur sjálvandi ikki undir við slíkum politikki, ið vil fremja óbótaligan skaða á føroyska samfelagið.

Á fundinum fyrrapartin var tíverri nógv fokus á arbeiðsgongdir heldur enn innihald. 

Tað avgerandi er at vita, um øll samgongan, eins og Tjóðveldi, vil hava stjórnarskipanina at standa oman fyri grundlógina. Um tað er støðan, kann Sambandsflokkurin ikki taka undir við ætlanini við stjórnarskipanini.

Um talan hinvegin er um at virða verandi støðu í Ríkisfelagsskapinum, og at grundlógin, sum veitir øllum føroyingum ríkisborgararættindi, er evsta lógin, er støðan ein onnur. Tá vil Sambandsflokkurin hyggja nærri at arbeiðinum við stjórnarskipanini.

14. september-samgongan tvíheldur um, at Føroyar skulu hava sjálvsavgerðarrætt, tvs. rætt til at loysa frá Ríkisfelagsskapinum. Henda rætt hava Føroyar longu nú, og tað krevur bert eina fólkaatkvøðu um loysing at gera sjálvsavgerðarrættin galdandi.

Tað er týðiligt, at Javnaðarflokkurin svíkir síni vallyftir og letur seg draga eftir hárinum. Áðrenn løgtingsvalið segði Javnaðarflokkurin seg vera samríkisflokk, men flokkurin er snaraður 180 stig, nú hann saman við Tjóðveldi og Framsókn arbeiðir fyri einari víðgongdari stjórnarskipan, sum brýtur við grundlógina, ríkið og Ríkisfelagsskapin.

Bárður S. Nielsen 
Formaður Sambandsfloksins