Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðveldi má frásiga sær ”ríkisveiting”

Tjóðveldi fer at móttaka meira enn 6 mió. kr. í stuðli úr danska statskassanum í hesum valskeiðnum

Dupultmoralur er dupult so góður: Tjóðveldi skerjir ríkisveitingina til føroyingar, men tekur sjálvur gleðiliga ímóti donskum milliónum hvørt ár.

Hvussu ber tað til, at Tjóðveldi hvørt ár søkir um og gleðiliga tekur ímóti stuðli úr danska statskassanum? Hetta er spurningurin, ið nógv seta sær, nú eitt fullveldislandsstýrið enn einaferð hevur skorið í ríkisveitingini, og ætlar at fremja enn meira umfatandi skerjingar. 

Hetta er flokkurin, sum vil gera Føroyar leysar av donskum pengum. Men ríkisveitingin er ikki nakað, sum bara skal minka, frystast ella skerast burtur, sum man nú sjálvur sum flokkur hevur hug til. Veitingin er nakað, sum Føroyar í ríkinum hava rætt til, og hon er ætlað sum fígging og markað til ávís málsøki her í Føroyum, eitt nú til fólkapensjónir, heilsuverk og serforsorg. Hetta eru týdningarmikil málsøki fyri allar føroyingar, tí fyrr ella seinni fáa tey flestu okkara brúk fyri heilsuverkinum og á ellisárum er pensjón neyðug o.s.fr.

Tað, sum vit nú síggja, er, at samgongan, enntá við Javnaðarflokkinum á odda, skerjir fíggingina til sosialu endamálini og okkara vælferðartænastur. Samstundis taka fullveldiskappar í somu samgongu sjálvir gleðiliga ímóti donskum milliónum! 

Donsku pengarnir eru við til at fíggja politiska virksemið hjá Tjóðveldi, og tað er formaðurin í Tjóðveldi, sum aktivt søkir um pengarnar fyri at fáa teir.
Tjóðveldi í Føroyum søkir um atkvøðupengar úr Danmark, og Tjóðveldi á Fólkatingið tekur ímóti milliónaupphæddum úr statskassanum. 

Tjóðveldi fer í hesum 4-ára valskeiðnum at móttaka tilsamans meira enn 6 mió. kr. í stuðli úr danska statskassanum. 

Hvussu ber tað til, at frælisflokkurin mikli tekur ímóti donskum pengum? 

Vit í Ungmannafelagnum Samband halda, at tað er upp á tíðina, at Tjóðveldi frásigur sær hesa ”ríkisveitingina” úr danska statskassanum – bara fyri at hava tað minsta politiska trúvirðið.

Árni Guldborg Nielsen
Formaður í Ungmannafelagnum Samband