Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðveldi lovaði sær sjálvum niður í buksurnar hjá “RigMor”

Sjálvur hevur formaðurin, Høgni Hoydal, nú mannin, sum var heilin aftanfyri skipapakkan í áttatiárunum, fyri borðendan. Ikki Babba Dock, men bara: Babba, Kjartan Hoydal, so nú skuldi ligið fyri hjá teimum við ongum pengum, at fáa lut í “Fólksins ogn”.

Grein úr pdf-blaðnum hjá Oyggjatíðindum, fríggjadagin 18. September 2015.

Greinað hevur Dan Klein, journalistur:

Hóast tað ikki var Tjóðveldi, sum lanseraði møguleikan hjá teimum við ongum pengum, at keypa seg inn í føroysku fiskivinnuna, og betala aftaná, so er “fidusurin” ikki ókend fyri Tjóðveldi.

Men lat okkum tó fyrst lýsa lyftini hjá Tjóðveldi, tá hendan samgongan varð skipað. Talan var um eina óvanliga gávubutikk. Ikki eitt orð um at hjálpa pensionistum burturúr fátækradøminum, men mentan og list skuldi stuðlast við nógvum pengum. Her skuldi ongin mangla nakað.

Aftaná vísir tað seg so, at Tjóðveldi við hesum lovaði sær sjálvum niður í buksurnar hjá “RigMor”, tí Javnaðarflokkurin umsitur mentamál og almannamál. Hesin flokkurin hevur hvørki áhuga í at hjálpa pensionistum úr fátærkadøminum, ella at stuðla mentanini og listini við almennari sosialhjálp.

Nú er Annika Olsen, sum limur í Framsókn, eisini komin uppí samgonguna. Hon hevur fingið formanssessin í Fíggjarnevndini, men hon veit um nakar, at Javnaðarflokkurin als ikki hevur áhuga fyri einum nýggjum pensiónsreformi.

Sum landsstýriskona í Almannamálum í gomlu samgonguni, helt hon fleiri fundir tvørtur um tingsalin fyri at reformera pensjónsøkið, men meðan aðrir flokkar vóru opnir, vísti Javnaðarflokkurin als ongan áhuga fyri at reformera pensjónsskipanina, men vildi stórt sæð bara hava hana, sum hon var.

Hon veit sostatt hvat hendir, nú samgongan hevur sagt seg vilja gera nýggjan pensjóns-reform.

Hin reformurin – um fiskivinnuna, er líka so spennandi og óforútsigiligur, sum hann eisini var lýstur av Javnaðarflokkinum undir valstríðnum. Hesin reformurin var lýstur sum okkurt slag av Kiosk-sølu, men endamáli var, sambært Javnaðarflokkinum, at pláss skuldi vera fyri øðrum aktørum enn teimum, sum nú vóru í fiskivinnuni.

Hesir skuldu kunna koma inn í fiskivinnuna, aftaná at øll loyvir vóru drigin inn í landskassan. Loyvini kundu sostatt keypast útaftur av øllum føroyingum. Tað skuldi ikki vera pláss fyri útlendingum at bjóða, men fyri teir føroyingar, sum vildu luttaka í karuselluni, var ikki neyðugt at gjalda fyri fiskiloyvini við kassa eitt. 

Gjaldið kundi bíða til fiskurin var virkaður og seldur.

Sostatt skal vera møguleiki hjá persónum við ongum pengum, at keypa seg inn í fiskivinnuna.

Hetta er eitt konsept, sum ikki minnir sørt um áttatiárini. Tá vildi Javnaðarflokkurin gera júst tað sama við skipapakkanum. Fiskivinnustjórin tá var Kjartan Hoydal, sum legði táverandi løgmanni, Atla P. Dam, lag á. 

Tað vísti seg aftaná, at øll kundi keypa skip. Teir allar flestu høvdu ikki tey lógarkravdu tíggju prosentuni í eginpening, men tað var onki “problem”. Tey tíggju prosentini vóru bara løgd omaná reella skipaprísin, sum so bara varð hækkaður tilsvarandi, og so vóru eisini pengar at gera gott við til onnur endamál. Teir lógu eisini sera væl í lummaulluni, tá skipini vóru sokkin í fútarættinum.

Prinsippið var, at táverandi Føroya Banki, núverandi Bank Nordik, prógvaði við skjali, at eginpeningurin var goldin, og stóð á konto ávísan dag. Men hetta var bara villleiðing, sum rætturin eftirfylgjandi staðfesti í dómi, at landsstýrið væl visti av, at tey tíggju prosentini vóru tikin av aftur kontoini dagin eftir.

Landsstýri kundi sostatt ikki siga seg vera villleitt, tá tey vistu um mannagongdina.

Um somu tíð sum hetta fer fram, bleiv ein journalistur dømdur fyri at avdúka hesa mannagongdina, og seinni eisini fongslaður við júst hesi avdúkingini, sum grundarlag í sokallaðu Global-gøluni.

Nú sita tey so aftur í Tinganesi, og leggja strategi fyri hvussu loyvini verða skrikt fra vinnuni, sum í dag hevur hesi fiskivinnuloyvir. Eitt er givið, frá 2018, verða øll loyvir inndrigin, og lutaði útaftur, og tá skal verandi vinna keypa loyvini aftur, ella lata tey til aðrar, sum bjóða meira.

Men tað er soleiðis við øllum handli, at tann, sum ongan pening eigur, sjálvandi altíð hevur besta tilboðið, um einki krav er um at betala kontant.

Og skuldi eitt slíkt krav kortini komið, so er ein møguleiki at venda sær til útlandið eftir stuðli, uttan mun til um politiska skipanin hevur sagt, at útlendsk áhugamál ikki kunnu bjóða uppá kvotur í føroysku vinnuni. 

Eru føroyingar góðir til nakað, so er tað at vera partur av straðmannavirksemi.

Paradoksið hjá samgonguni er, at bara virkini í Gøtu og í Klaksvík, megna at keypa kvotur uttan at gera brúk av útlendskum kapitali, meðan ætlanin er við nýggja reforminum, er at loyva fólki inn í vinnuna við ongum pengum.

Her er bæði vandi fyri, at skuldarar ikki gjalda fyri síni loyvir, og kunnu eisini við tíðini bara lata feløgini glíða á húsagang, og so situr almenni kassin við ongum.

Hin møguleikin er Stráðmaðurin fyri útlendingar.

Men hetta er tað, sum liggur fyri at reformera í fiskivinnuni, og tað er ikki nakar óroyndur ársungi, sum kann koma við ráðgevingini, nevniliga Kjartan Hoydal, fiskivinnustjórin og heilin aftanfyri skipapakkan í áttatiárunum, sum endaði við, at koyra landið á heysin.

Tá var tað stuttligari hjá Tjóðveldi, at lova sær sjálvum niður í buksurnar hjá “RigMor”.

Tað kittlaði heilt skilligt undir framløguni í løgtinginum.