Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðveldi í breiða samstarvinum

Jógvan Arge, varaborgarstjóri:

Nú kann býráðið fara til arbeiðis aftur. Liðið er sett og vøllurin gjørdur klárur. Vit eru øll 13 á sama báti og skula í felag fáa tað besta burtur úr fyri borgararnar í allari Tórshavnar kommunu.

Okkara fyrsta raðfesting var framhald av samgonguni millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, sum í felag hava stýrt kommununi í heili átta ár, men samstarvsflokkur okkara fór so nógv upp í slokk, at hann einsamallur kundu taka alt upp á seg.

Tað valdi hann ikki at gera, men heldur at bjóða øllum pørtum í býráðnum upp í eitt breitt samarbeiði, tey nevna.

Tað hevði verið oyðimarkargongd við lít, sótu vit uttanfyri hetta samarbeiði, so vit valdu í fullari semju at vera við. Vit hava sæti í øllum fimm føstu nevndunum, fíggjarnevnd, teknisku nevnd, mentamálanevnd, trivnaðarnevnd og vinnunevnd, og vit hava formannin í tí nýggju serstøku økisnevndini, sum serliga skal taka sær av, at bygdirnar í kommununi verða dagførdar og mentar.

Vit havnarfólk hava kanska lyndi til at fokusera upp á Miðbýin og Vágsbotn og leiðirnar har í nánd, men uttanfyri Verona er eisini ein týdningarmikil verð. Allir flokkar verða umboðaðir í tí nýggju økisnevndini, sum nývaldi kollfirðingurin Jákup Dam fer at stjórna.

Samstundis er avgjørt, at øll mál, sum hava við bygdirnar at gera, hereftir fara um eina skrivstova á Vaglinum, sum skal síggja til, at mál teirra verða viðgjørd og avgreidd á røttum stað í rímiligari tíð. Avbjóðingarnar uttanfyri tættbýlini í høvuðsstaðnum eru stórar, og skal býráðið liva upp til, at øll í kommununi hava javnbjóðis kor, so er tað í tøkum tíma, at hesi stig verða tikin.

Nógv at fremja

Eitthvørt býráð byggir á herðarnar á tí undanfarna. Eisini býráðið, sum fer til verka 1. januar 2013.

Tað er umráðandi fyri Lista E at vera við at stýra Tórshavnar kommunu, nú ein rúgva av ætlanum skal setast í verk, sum vit hava verið við til at loysa úr lagdi og leggja ætlanir um.

Kann bara nevna úr rúgvuni Brúnna um Sandá, Musikkskúlan, Reinsaríið, 50 metra svimjihøllina, nýggjan fólkaskúla, dagføringina av Tórsvølli til altjóða stadion, golfvøllin á Glyvursnesi og mangt, mangt annað.

Dentur má eisini leggjast á ferðslutrygdina um alla kommununa, vit mugu útvega grundstykkir fyri rímiligar prísir bæði í bygdum og tættbýlum, og í heila tikið mugu vit brynja høvuðsstaðin soleiðis, at hann framvegis verður eina perla í Norðurhøvum, sum føroyingar og onnur vilja virka í og liva sítt lív í.

Áhaldandi stríð okkara fyri vinnumenning og nýskapan er nú komið hagar til, at Tórshavnar býráð loksins hevur fingið sína vinnunevnd. Tað er eitt framstig, sum vit vænta okkum nógv av.

Tann livandi lestrarbýurin og fjølbroyttir bústaðarmøguleikar fyri rímiligar prísir eru enn í hugaheiminum, men gera ongar skreytir har. Har má farast ítøkiliga til verka bæði skjótt og brátt.

Fíggjarliga er kommunan væl fyri. Vit fara framvegis at brúka skattaborgaranna pening við góðum skili til frama fyri trivnaðin og góða framtíð í Tórshavnar kommunu. Tað er tað, sum býráðsarbeiðið snýr seg um. Góða ferð.

---