Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðveldi fær egnan blokk frá dønum

Javnaðarflokkurin er í móti ES limaskapi, men peikar á Sjúrða Skaale, sum vil ES-limaskap?!!

Greining eftir Dan Klein, journalisti:

Tað er ringt at finna útav hvat ávísir flokkar vilja, í hvussu so er teir flokkar, sum varisliga eru komnir undan vaðingini fyri at greiða frá hvørja støðu teir hava til danska fólkatingsvalið. Tað sum longu er komið framk um Tjóðveldi, sær ikki so pent út. Flokkurin hevur annars eitt rámandi herróp:

Tjóðveldi: Ja til føroyskar loysnir - Nei til biddaragongd!

Tað er nú ein fitt útsøgn frá einum flokki, sum var stovnaður fyri at krevja frælsi og loysing frá Danmark. Paradoksið er bara, at ein annar flokkur – uttanflokkalistin hjá Zakariasi Wang, hevur eina helt aðra uppfatan, sum haraftrat kann prógvast í gomlum skjølum.

Zakarias Wang, sigur, at verður hann valdur, fer hann ikki at skriva undir at halda donsku grundlógina, uttan so at danir afturfyri eisini skrivað undir uppá at virða Bergens-sáttmálan.

Tjóðveldi hevur langt síðani skrivað undir donsku grundlógina – enntá The granbd old man, Erlendur Patursson, Tobbe og Høgni. Sjálvandi allir í hinum flokkunum, uttan ein. Thorstein Petersen noktaði eisini at skriva undir.

Ta ferðina tordu danir ikki at seta fram kravið um undirskrivt, men søgdu, at Thorstein Petersen – við at stilla upp til Fólkatingsvalið, eisini hevði góðtikið at virða og halda donsku grundlógina.

Soleiðis verður retorrikkurin brúktur og misbrúktur. Tjóðveldi hevur so ikk torað annað enn at skirva undir.

Flokkurin sigur í valuppleggið sínum, at hann fer at brúka fólkatingssessin til at seta føroysk áhugamál og føroyskar loysnir aftur á breddan! 

-Tjóðveldi kann fyrst og fremst staðfesta hart og týðiliga, at vit fara ikki á Fólkating at ganga biddaragongd. Í Føroyum skulu vit sjálv avgera okkara framtíð, og á mangan hátt er hetta fólkatingsvalið ein spurningurin um, hvørja leið vit vilja ganga frameftir. Vilja vit í framtíðini binda okkum tættari at donskum pengum, ella vilja vit byggja land?

Zakarias Wang, hevur í sera áhugaverdari grein avdúka, at føroysku flokkarnir beinleiðis fáa pengar úr danska ríkiskassanum at halda valstríð fyri, kr. 22,50, sum hesaferð er økt upp í kr. 30,50 fyri hvørja atkvøðu.

Hetta er ein sera áhugaverd grein um Judas´pening, sum føroyskir flokkar fáa úr danska ríkiskassanum, sum hvørki lógarheimild ella ríkislógartilmæli er fyri, at gjalda føroyskum flokkum, sum samanlagt fáa milliónir av donskum krónum. Pínligt fyri Tjóðveldi, sum heldur, at føroyingar skulu ongan danskan blokk hava. Sambært roknstykki hjá Zakarias letur danski ríkiskassin Tjóðveldi hetta: Tjóðveldi 3995 x 30,50 x 4 = 487.390 krónur. Uppppsss....

Hvar er “Eingla- og Kreml-pressan, sum ikki torir, at taka avdúkingina upp, tí “Control” ikki hevur givið grønt ljós. Tey eiga at spegla sær í danskari pressu undir hesum valstríðnum.

Tjóðveldisfólk viðganga, at flokkurin tekur í móti øktum stuðli úr danska ríkiskassanum, tí tað er so dýrt at reka valstríð fyri at fáa fólkatingsumboðan, men hevur ikki forstáðilsi fyri, at Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Fólkaflokkurin vilja økja um blokkin, tí samfelagið er so tungt at reka. Hetta er orsøkin til, at Tjóðveldi førir valstríð fyri at steðga biddaragongdini.

Men í dag halda tey grundlógardag. 

Tjóðveldi hevur skrivað undir uppá at virða donsku grundlógina, men ein flokkur við dupultmorali, vil eisini hava sína egnu skugga-grundlóg.

Tíverri renna valevnini hjá Tjóðveldinum undan at svara spurningum, men halda seg so ikki aftur, at seta lakajar út á ísin at verja flokkin, men tey finna ikki beinini undir búkinum á so hálum ísi, so tað er eitt sindur pínligt.

Retorisku evnini hjá Tjóðveldi røkkur til, at tey strika øll innlegg á Facebook, tá tey ikki klára at grundgeva fyri hví flokkurin tekur í móti øktum stuðli úr ríkiskassanum til fólkatingsvalið, og hví flokkurin góðtekur, at hesin peningur verður útgoldin í Føroyum, sum er í stríð við revsilógina, tá eingin løgtingslóg, og heldur einki ríkislógartilmæli heimilar hesum.

Flokkurin vil heldur ikki svara uppá hvat hann meinar við, tá sagt verður at Tjóðveldi er farið í valstríð fyri at steðga biddaragongdini úr Danmark, tá hesin flokkurin tekur bróðurpartin av økta stuðlinum. Men í dag halda tey helst grundlógardagin, og hava ikki stundir til at taka sær av biddaragongdini. Men tað er eisini rættiliga hált úti á retoriska ísinum.

Javnaðarflokkurin var fyrsi flokkurin, sum var í valsending, sum Kringvarp Føroya skipar fyri. Tað hendi í Sjónvarpinum í gjárkvøldið, men sendingin var tannleys og uttan brodd. 

Aksel Johannesen og Sjúrður Skaale bjóðaðu seg fram at svara spurningum. Ikki var ein einasti spurningur viðkomandi, men teir báðir virkaðu sum fegin børn yvir, at vera komin so væl í gjøgnum sendingina aftaná.

Javnaðarflokkurin er í móti ES limaskapi, men peikar á Sjúrða Skaale, sum vil ES-limaskap?!! Hvar er logikkurin, Aksel?! Og fortel okkum hvar heimildin er at taka í móti kr. 30,50 fyri hvørja atkvøðu til flokkarnar úr danska ríkiskassanum? Er ikki talan um lógarbrot, Aksel?!

Hendan spurning hava vit sett, men onki svar kemur frá Javnaðarflokkinum, sum sigur seg vera ein demokratiskan flokk, og heldur uppá, at ríkisrættarligu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, skulu loysast í Føroyum, og ikki á Fólkatingi.

Hetta er onki minni enn ein býtt útsøgn, tí júst tað er roynt, tá føroyingar valdu loysing, men at danir komu til Føroyar við krígsskipum og løgreglu, og noktaði fyri, at ein slík demokratisk mannagongd kundi fara fram.

Tí heldur Zakarias Wang uppá, at uppgerðin eigur at fara fram í Danmark, og tá javnaðarflokkurin er so demokratiskur, so egur flokkurin at taka fult undir við hesum.

Nú Tjóðveldi hevur spælt út og hevur fingið egnan blokk frá dønum, hevur flokkurin spælt sær allar møguleikar av hondum, heldur Zakarias Wang, sum kallar stuðulin úr ríkiskassanum fyri Judas´pening.

Men Tjóðveldi vil ikki gera viðmerkingar.