Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðveldi bumbar Føroyar aftur í 1800-talið

Tá eg hoyrdi Páll á Reynatúgvu í vikuskiftinum, frá landsfundinum hjá Tjóðveldi, boða frá, at vit skuldu fara burtur frá at tryggja øllum ungum í Føroyum, eina miðnámsútbúgving, men í staðin lata tey fara út at arbeiða ella fáa sær eina handverkaraútbúgving, fór tað kalt niður eftir rygginum. 

Sama tankagongd sum í 1840
Sum toftamaður, búsitandi í Saltnesi, har ”vøggan” fyri fólkaskúlan við útbúnum lærara stendur, við tað, at Jóhannes Petersen, sum hevði tikið læraraprógv frá Jonstrup Seminarium, í 1840 byrjaði at halda skúla fyri bygdirnar við Skálafjørðin, vísur hugsanarhátturin hjá Tjóðveldi, sum Páll á Reynatúgvu úttrykti hann, at vera tann sami sum Jóannes Petersen møtti í 1840. Tá vóru nøkur fólk ímóti, at børnini skuldu ”spilla tíðina” við at ganga í skúla, heldur enn at arbeiða og skúlin datt næstan niður fyri eina tíð.

Tíbetur vóru tað kreftir á Toftum, sum hildu fast við, at børnini skuldu læra og tá nýggj kirkja varð bygd á Nesi í 1843, varð gamla kirkjan tikin niður og sett upp aftur sum skúli inni í Saltnesi. Hesin skúli skuldi virka fyri børnini á Nesi, Toftum, Saltnesi, og bygdirnar runt Skálafjørðin.

Av næmingum frá hesum skúla kann eg hóskandi nevna Fríðrikur Petersen, Saltnes, sum er kendur sum próstur, skald, løgtingsmaður o.a.

Tjóðveldi tað reina afturhald
Útsagnirnar hjá Páll á Reynatúgvu vísa okkum øllum púra greitt, at Tjóðveldi er tað reina afturhald. Hetta hann sigur er nakað, sum ikki bara hevur við sær eina stagnatión av tí føroyska samfelagnum, men er í ringasta føri at ”bumba” tað føroyska samfelagið eini 200 ár aftur í tíðina. Hugsunarhátturin var eisini tá tann, at tað var ikki neyðugt hjá teimum ungu at fáa sær eina bókliga útbúgving og vitan.

Eg eri púra ósamdur
Eg eri púra ósamdur við hugsanum frá landsfundi Tjóðveldisins, sum Páll á Reynatúgvu bar fram. Eg vil altíð virka fyri, at øll børn og ung skulu hava møguleika at fáa sær ta útbúgving, sum tey ynskja sær, og her er tann bókliga útbúgvingin grundstøðið fyri eini og hvørjari førleikamenning.

Tjóðveldishugsanin ræðandi
Tað er ræðandi fyri eitt og hvørt samfelag, at slíkir tankar sum Páll á Reynatúgvu gevur úttrúkk fyri frá landsfundi Tjóðveldisins, finnast í nøkrum politiskum flokki í 2015 og sum eisini virkar diktatoriskur, við tað, at nú skal tað vera tann politiska skipanin, sum sigur, hvat skal lærast og hvør skal læra.

Sambandsflokshugsanin alternativið
Eg fegnist hinvegin um, at Sambandsflokkurin er alternativið til útbúgvingarhugsanirnar frá landsfundinum hjá Tjóðveldi, sum Páll á Reynatúgvu bar fram. 

Eg eri partur av Sambandsflokkinum, sum hevur tað stavnhald, at øll skulu fáa eina miðnámsútbúgving aftaná fólkaskúlan, og síðani eina hægri útbúgving, sum tey sjálvi velja sær, antin hon verður tikin í Føroyum, Danmark, hinum Norðanlondunum, ella í øðrum londum runt um í verðini, við teimum stuðulsmøguleikum, sum landið og Ríkisfelagsskapurin gevur.

Lærdómur er lættur at bera og er til gagns og framburð fyri alt tað føroyska samfelagið og vinnuna.

Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin