Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðskaparligt og fíggjarligt frælsi fæst ikki við fólkafloksins stuðli, tí teir einans vilja seg sjálvar

Hetta átti serstakliga tjóðveldi at hava havt funnið út av fyri mongum árum síðani. Men tá nøkur tjóðveldisfólk í Eysturoynni á fundi nú um dagarnar leggja upp til at viðmæla, at flokkurin skal leggja upp til samgongu við kúðingarflokk við høgraradikalum toppegoistum, so munnu mong við mær halda og føla at bikarið er fult, ja, at nú flýtur yvir. Her eru sanniliga nøkur, ið onki hava lært, og sum heldur einki hava gloymt.

Í samfull 73 ár hava fólkafloksfólk látið sum um, at tey hava viljað tjóðskaparfrælsi og soleiðis kunnað drigið góðtrúgvin frælslynt fólk upp á tráð. Men søgan hevur prógvað, at teirra tjóðskaparreyp bert hevur verið atkvøðuagn, at fiska frælslyntar sálir við. Aðalmál fólkafloksins hevur altíð verið, er og fer altíð at verða at kunna krøkja mest møgulig virðir inn undir seg og sínar egnu stuðlar undir motto'inum: Vertin á hvat annar fær, eg skal nøra mær. Og á hvønn hátt hetta verður gjørt, verður ikki spurt um. Går den, så går den.

Beint fyri fólkaatkvøðuna 14. sep. 1946 heitti fmð. fólkafloksins í Dagblaðnum á veljarar, ið vóru í iva, um at atkvøða blankt, tí tað vildi vísa, at tey vóru ónøgd við støðuna. Soleiðis gjørdist svarið ógreitt. Og sjálvt um statsministarin tók valið, sum ein meiriluti fyri loysing – ein meiriluti, ið teir góðtóku, so møtti fólkaflokkurin ikki á tingi. Jákup í Jákupstovu var einasti maður í møtti.

Síðani heitti m.a. løgtingsmenn á danir um at fáa eitt val, og valið varð hildið í 1947, har teir sambandssinnaðu fingu greiðan meiriluta.

Fólkaflokkurin klíndi seg upp í sambandsflokkin longu frá 1950 – 1958, har teir formøblaðu tær mongu mill. , ið føroyingar áttu til góðar eftir kríggi í Onglandi - til avoldaðar trolarar, sokallaðar rustikustar, ið onglendingar høvdu slitið niður í botn. Formaðurin í fólkaflokkinum fekk sum stjóri í Sjóvinnubankanum koyrt hann á heysin, og mong mistu sparipeningarnar, meðan stjórin fekk fongsulsdóm.

Hesu árini máttu mangir føroyskir sjómenn leita sær til Íslands fyri at vinna sær og sínum fyri føðina. Harðar tíðir. Men okkara altíð harðbalnu sjómenn stríddu land og fólk gjøgnum trongan.

Síðst í 50-unum tóku javnarfl., sambandsfl. og sjálvst. yvir. Fólkapensiónin gjørdist veruleiki, 60 mill. grunnurin varð stovnsettur, endurnýggjan av fiskiskipaflotanum varð viðtikin og sjúkrahúsbygging fór fram. Nýggjar tíðir.

Okkurt søguligt kundi verðið tikið við afturat t.d. ráðfiskagrunnurin og orsøkirnar til 6. okt. 1992, men tað kann liggja á hesum sinni.** Lat meg heldur taka tráðin upp aftur frá byrjanini til hesa grein.

Tí um tjóðveldisfólk halda, at tey saman við einum tílikum 73 ára gomlum høgravendum kúgingarflokki, har alt politisk virksemi gongur út upp á egin og einans egin áhugamál, og sum fer eftir fer hevur víst fjøldini reyv, tá tey mest hava havt brúk fyri stuðli, um tey halda, at ein tílíkaur flokkur kann gerast frontfigurur í frælsisstríðnum, so hava tey garanterað etið bláseym bæði fyri og eftir politiska fundin. Bara ikki fleiri hava gjørt tað sama.

Sjálvandi mugu allar frælsiskreftir fyrst og fremst arbeiða saman við fólkinum – eisini á fíggjarliga frontinum, alt annað er reint nonsens. Tískil letur tað seg als ikki gera, at samstarva um frælsi saman við kúgarum og eyðrænarum. Tað sigur seg sjálvt.

Tað er annars einans fólkið sjálvt, ið kann skapa sær tjóðskaparligt frælsi. Flokkar kunnu gera og slætta vegin og annars agera ljósmøður, men tað er eisini nakað, ið hevur stóran týdning. Men fólkið skapar einki tjóðskaparfrælsi fyrr enn tey kunnu síggja teir fíggjarligu møguleikarnar og tað persónliga frælsi, sum skal til fyri at kunna liva í einum góðum, tryggum og harmoniskum umhvørvi.

Skilir mann ikki tað, so skilir mann ov lítið. At krevja frælsi er meira enn agitatión og rakstrarróp.

Seriøst viðvarandi og solidariskt dagligt arbeiði kann vísa vegin og fáa fólk at velja hann.

Frælsi móti fólksins vilja fer ongantíð at lata seg gera. Tí er tað so avgerandi, at fáa fólkið við. Av somu orsøk er ella verður fólkaflokkurin aldrin ein frælsisflokkur. Sum sagt verður: Tað nyttar einki, hvat tú sigur, tú ert. Tí tú ert, tað sum tú gert. Og vit vita, hvat fólkaflokkurin ger.

Tað er annars alment kent, at fleiri av teim framstandandi fólkafloksmonnunum eru sambandssinnaðir, og at vit ikki so heilt sjáldan síggja gjøldur verða gjørt – ikki bara úr tjóðveldispolitikarum – tað má góðtakast – men burtur úr frælsishugsjónini – og tað er nakað annað. Men tá avdúka teir, hvar teir standa. So vita vit tað.

Tjóðveldi ger sjálvandi, sum teimum lystir. Men eitt politisk samstarv við fólkaflokkin fremur ikki, men undirgrevur frælsisstríðið.

Dagfinnur Danbjørg.