Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðsavn mentan og náttúra

Fríggjadagin 24. mai kl. 14 letur upp nýggj føst framsýning upp í framsýningarhølunum hjá Søvnum Landsins í Brekkutúni 6 í Hoyvík.

Nýggja framsýningin er um náttúruna og mentanina í Føroyum, og gjørt hana hava Náttúrugripasavnið og Fornminnissavnið, sum hoyra til Søvn Landsins, og Jarðfrøðisavnið, sum liggur undir Jarðfeingi. Heitið á nýggju framsýningini er Tjóðsavn – mentan og náttúra.

Framsýningin er ein týðandi liður í nýskipanini av tí museala virkseminum hjá landinum, har málið er at menna samskiftið við skúlar og aðrar brúkarar eins og almenningin annars.

Søvn Landsins er felags fyrisiting fyri søvnini undir Mentamálaráðnum. Í Søvnum Landsins eru landsbókasavnið, landsskjalasavnið, fornminnissavnið og náttúrugripasavnið. Stovnurin umsitur eisini meginpartin av løgtingsjáttanunum til mentanararv og skipanir í tí sambandi.