Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðpallur Føroya staðsettur á Skálatrøð

Tjóðpallur Føroya fylti 10 ár í dag, og tað var ikki smávegis føðingardagsgáva, sum Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, høvdu við sær. Tann fyrri hevði pengarnar og tann seinni hevði grundøki, staðseting og skitsu alt klárt. 

Heðin Mortensen byrjaði við at bjóða allari samkomuni og mentamálaráðharranum vælkomnum. Hann takkaði fyri høvið, ynskti tjóðpallinum tillukku við degnum og helt fram:

- Tjóðpallur Føroya hevur serstaka støðu her í høvuðsstaðnum. Tórshavnar kommuna hevur altíð gingið undan at stuðla leiklistini, bæði tá tað kemur til áhugaleikin í Sjónleikarahúsinum, sum jú er okkara býarteatur, og tá ið Gríma í sjeytiárunum tók fyrstu yrkisleiklistaligu fetini við Eyðuni Johannessen á odda.

- Politiska viðurkenningin av yrkisleiklistini kom veruliga, tá lógin um Tjóðpall Føroya loksins varð samtykt í 2003, og tá sjálvur stovnurin Tjóðpallur Føroya loysti táverandi skipanina Leikpall Føroya av í 2005.

- Oddamaður í hesum strevi var eisini Eyðun Johannessen, nú væl stuðlaður av Jenny C. Petersen og øllum tí leiklistaliga umhvørvinum, sum fjølgast við alsamt fleiri útbúnum leiklistafólkum.

- Hesi 10 árini hjá Tjóðpallinum hava ikki verið nakar dansur á rósum. Játtanin hevur verið sera avmarkað, tó at tit hava dugað ótrúliga væl at fáa sum mest burturúr. Sum áskoðarar hava vit fingið hópin av leiklistaligum upplivingum á allar hægsta stigi, bæði av altíð viðkomandi útlendskum leikum og nýskrivaðum føroyskum leikum, til børn og vaksin, gamans og álvara, eins og at Tjóðpallurin hevur dugað væl at stuðla undir nógvar aðrar listaligar og mentanarligar verkætlanir her í býnum og kring landið.

- Tjóðpallurin hevur hesi árini prógvað sítt tilverugrundarlag, tað kunnu vit sannførandi staðfesta. Hetta hevur alt verið nokkso nógv uppá tross – tað hevur eisini verið uppá tross, tá ið vit hugsað um trongu hølisviðurskiftini her á Meiarínum.

- Her eiga vit í Tórshavnar kommunu so ein ávísan leiklut. Kommunan gjørdi hetta hølið í stand til Grímu á sinni. Tað var eitt framstig tá, tí nú vóru tveir sjónleikapallar í býnum, men neyvan varð hugsað, at hetta skuldi gerast tjóðleikhús í longri tíðarskeið.

- Men tá ið Tjóðpallurin byrjaði, varð gjørd avtala við Mentamálaráðið, at Tjóðpallurin kundi halda til her í Meiarínum í ”eina stutta tíð”, sum tikið varð til, til eitt tjóðleikhús varð fingið til vega. Fyri okkum, sum ótolin eru, hava hesi 10 árini kenst drúgv í so máta. Kommunan hevur eisini roynt ikki at gera ov nógv við hølini – hetta til tess at skunda undir eina endaliga loysn. Annars var vandi fyri, at einki hendi.

- Kanska tann strategiin er við at eydnast. Í øllum førum setti Mentamálaráðið fyri umleið tveimum árum síðani eina bygginevnd fyri nýggjum tjóðleikhúsi, og setti eisini eina játtan av til fyrireikingar, eins og at bygging av tjóðleikhúsi kom í langtíðaríløguætlanina hjá landsstýrinum.

- Tórshavnar kommuna hevur umboð í bygginevndini, eins og Tórshavnar kommuna hevur umboð í leiklistaráðnum. Vit takka landsmyndugleikanum fyri hetta álit. Bygginevndin hevur arbeitt skjótt og væl við byggiskránni, og tað var rættiliga tíðliga í tilgongdini, at spurningur kom til Tórshavnar kommunu um staðseting av tjóðleikhúsinum. Hetta varð eisini viðgjørt í sambandi við stóru miðbýar-arkitektakappingina í fjør, har fleiri boð vóru uppá staðseting av ymsum størri mentanarfunktiónum í miðbýnum.

- Og nú Tjóðpallur Føroya hevur 10 ár á baki, er tað við stoltleika, at eg kann kunngera fyri tykkum, hvar Tjóðpallur Føroya verður staðsettur. Avgerðin er tikin. Byggi- og býarskipanarnevndin í Tórshavnar kommunu hevur gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiði, og sjálvur meti eg hetta vera eina ta størstu staðsetingaruppgávu, sum vit í kommununi hava havt, júst tí, at talan er um eitt tjóðleikhús – eitt livandi mentanarhús til okkum allar føroyingar, sum høvuðsstaðurin fegin unnar bestu sømdir.

Tjóðleikhús og mentan á Skálatrøð
- Eg kann nú kunngera, at Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at skipa Skálatrøð til mentanardepil við denti á bygging, ið hevur serstakan mentanarligan týdning fyri føroysku tjóðina og høvuðsstaðin. Skálatrøð er mest framúrskarandi stað í Føroyum, mitt í Havn, tætt við allar hentleikarnar í miðbýnum og hugnaligu Vestaruvág.

- Tjóðpallur Føroya verður staðsettur á Skálatrøð. Nýggja tjóðleikhúsið kann verða uml. 3.000 fermetrar stórt við stórum palli við plássi til umleið 200 áskoðarar umframt øðrum pallum, café, verkstaði v.m. og 22 metrar høgum palltorni, sum heilt vist verður eitt framtíðar býarmerki fyri Havnina.

- Tjóðpallurin er rættiliga stórur í vavi, og tí verður hann staðsettur vestarla­ga á økinum, har økið hevur størst vídd, og har møguleikarnir at byggja høgt eru bestir.

- Aftrat tjóðleikhúsinum kann byggjast annar mentanarbygningur eystarlaga á Skálatrøð, og sum er uml. 2.000-2.500 fermetrar til støddar. Tað er týdningarmikið, at hesin bygningur í funktión styrkir Skálatrøð sum mentanardepil saman við tjóðleikhúsinum. 

Avgerð er ikki tikin um, hvat hetta verður fyri bygningur, men hetta kann vera eitt musikkhús við stórum konsertsali eitt nú til symfoniorkestrið og til størri altjóða nøvn, til mentanar- og ráðstevnuhøli, venjingar- og frálæruhøli, borgarahús, gallerí, matstovu v.m.

- Frammanfyri móti Vestaruvág ber til at skapa eitt heilt nýtt býarrúm til uppihalds og framførslur. Og framvið berginum verður bygt eitt parkeringshús til uml. 200 bilar, sum er líka nógv parkeringshús, sum í dag eru á Skálatrøð.

- Hetta er ein ómetaliga spennandi ætlan. Á plakatuni síggja tit eina sonevnda volumenmynd av Skálatrøð, og hvussu tveir bygningar av hesi stødd og parkeringshúsi koma at fylla á Skálatrøð.

- Hetta sigur einki um, hvussu bygningarir endaliga fara at síggja út arkitektoniskt, men givið er, at fyri Tórshavnar kommunu er av sera stórum týdningi, at tann bygging, sum fer at vera á Skálatrøð, hevur í sær spennandi arkitektur og mest møguligan funktionalitet, so at Skálatrøð verður tann mentanarligi kraftdepil, sum vit vilja hava í miðbýarhjartanum. Hetta setir stór krøv til okkara.

- Eg ivist onga løtu í, at Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna fara at samstarva væl og virðiliga um hesar verkætlanir, sum vit gleða okkum til at seta í verk. Eg fari at takka Mentamálaráðnum fyri tað góða samstarv, sum vit higartil hava havt um ta mest týðandi mentanarpolitisku byggiverkætlan í Føroyum síðan Norðurlandahúsið fyri 30 árum síðani.

- Góðu tit øll, við hesi føðingardagsgávu til Tjóðpall Føroya – staðsetingini av Tjóðpalli Føroya á Føroya besta stað, mentanardeplinum Skálatrøð – fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við teim 10 árunum, takk fyri so mangar góðar yrkisleiklistaligar upplivingar her, og við ynskjum um bjarta framtíð føroyskari leiklist til heiðurs, segði Heðin Mortensen, at enda, og ynskti tillukku enn einaferð.

Nevnast kann, at skitsurnar eru gjørdar av Zeta Arktitektum, sum vunnu arkitektakappingina um miðbýin í fjør.