Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðpallin á Skálatrøð

Eitt land við virðing fyri sær sjálvum hevur sín tjóðpall til sjónleik og leiklist. Ein høvuðsstaður, sum vil nakað, bjóðar sjálvandi tjóðpalli landsins innivist hjá sær.

Jógvan Arge, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi:

Nú hevur verið togast um hetta mál alt ov leingi. Eg var sjálvur formaður í mentamálanevnd løgtingsins, tá løgtingið í 2003 við dyggari undirtøku í sjónleikaumhvørvinum í øllum Føroyum samtykti at stovna Tjóðpall Føroya við heimstað í Havn.

Í fyrstu syftu komu lóggávan um virksemið og játtanin til rakstur ígjøgnum, meðan innivist fyribils fekst í hølum hjá Tórshavnar kommunu. Vit fegnaðust um stigini og ivaðust ikki í, at løgtingið nakað skjótt fór at útvega Tjóðpallinum sømiligar húsaumstøður.

Tað er ikki hent. Rakstrarjáttanin er heldur onki at rópa hurrá fyri longur, og tí stríðist Tjóðpallurin eitt áhaldandi stríð fyri ikki at bløða út. Fólkið kring hann ger undir torførum fortreytum eitt dygdargott og ósjálvsøkið arbeiði til frama fyri mentanina og listina í Føroyum, men tað almenna ønir teimum ikki aftur.

Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at hon er til reiðar at lata Tjóðpalli Føroya grundstykki at byggja á niðri á Skálatrøð, har eitt spennandi listar- og mentanarumhvørvi longu mennist hvønn einasta dag, serliga privatum fyritakssemi fyri at takka.

Hans Mortensen og hansara menn Gunnar Hoydal og Ósbjørn Jacobsen løgdu herfyri fram sína hugsan um Skálatrøð í framtíðini. Má siga sum er, at mær dámdi sera væl uppskotið um at føra umhvørvið við Rættará og Skálatrøð so mikið afturí tíðina, at vit fáa miljøið á keiini hjá Østrøm framaftur.

Haldi ikki, vit skulu leggja okkum eftir at fylla meir út á Vestaruvág, men heldur taka nakað av uppfyllingini uppaftur. Á landi skal gerast eitt býarrúm til ein byggilistarliga spennandi Tjóðpall Føroya og eitt framkomið konserthús, sjálvsagt saman við neyðugum parkeringsmøguleikum í nánd.

Tjóðpallurin hevur bíðað nóg leingi. Hann má koma. Skálatrøð hevur ligið nóg leingi. Hon skal dimensionerast rætt – og gerast. Takið er at fáa allar viðkomandi partar at taka spurningarnar í so miklum álvara, at nakað munagott hendir.

Hugsi, at bæði løgting og býráð hava pengar standandi til ávíkavist Tjóðpall og Skálatrøð, so her eiga at vera løgir at fara til verka. Kommunan við lendinum og landsstýrið við húsinum.

Eg kann siga so mikið, at tað fer ikki at standa á Tjóðveldi, hvørki í Tórshavnar býráð ella á Føroya løgtingi at fáa hetta málið framt til frama fyri mentanina, tjóðina og býin.

---