Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðbankin samdur við Føroya Arbeiðsgevarafelag

Danski Tjóðbankin er samdur við yvirskipaðu niðurstøðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um føroyska búskapin. 

Marita Rasmussen
Stjóri

Í greiningini um føroyska búskapinum, sum Danski Tjóðbankin almanna kunngjørdi 13. november, sigur tjóðbankin, at føroyska arbeiðsloysið nú er í botni, og hetta kann hava við sær, at búskapurin verður yvirupphitaður.
 
Í greiningini stendur eisini, at landsstýrið kann økja um støðufestið í búskapinum við at føra ein mótgangandi fíggjarpolitikk, m.a. ígjøgnum eina savnaða stýring av almennum útreiðslum og íløgum kring alt landið.
 
Skattainntøkurnar fara ikki at megna at fylgja almennu útreiðslunum frameftir, men Tjóðbankin metir, at tað ber til at bøta um hetta, við at økja um arbeiðsútboðið ella við at herða fíggjarpolitikkin.
 
Hetta eru í veruleikanum somu niðurstøður og stórt sæð somu tilmæli, sum Føroya Arbeiðsgevara­felag kom við í búskapar og konjunkturfrágreiðing síni fyri skjótt hálvum ári síðan.
 
Í frágreiðing síni, vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag á bráðtørvin á arbeiðsmegi, og fyri at loysa hesa avbjóðing, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til at víðka um atgongdina til arbeiðsmegi.
 
Um vit hyggja longur fram í tíðina, so mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at land, kommunur og alt tað almenna annars, samskipa alt sítt virksemi, bæði tá ið tað kemur til rakstur og íløgur, annars ber ikki til at reka fíggjarpolitikk í Føroyum.
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir somuleiðis til, at land og kommunur fara í holt við eina langtíðarnýskipan av føroysku skatta og avgjaldsskipanunum, har málið er at lækka vanliga lønarskattin, samstundis sum fleiri serskipanir og frádráttir verða strikaðir, og fleiri brúka og tænastugjøld koma inn í myndina.
 
Tað verður í hesum sambandi eisini neyðugt, at fáa tamarhald á skjótt vaksandi almennu útreiðslunum og sostatt herða fíggjarpolitikkin, um hetta skal lata seg gera, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
 
Niðurstøðurnar hjá Danska Tjóðbankanum samsvara tí rættiliga væl við niðurstøðurnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, og tilmælini líkjast eisini rættiliga nógv.