Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðartakið peningastovnarnar

Formaðurin fyri føroysku peningastovnarnar sigur við ÚF, at peningastovnarnir ikki dríva sosialpolitik, so teir fara bert at vera við í búðstaðarpolitikkinum, um treytirnar eru, so sum teir vilja hava tær at vera.

 Tað er annars onki nýtt í tí, at fleiri peningastovnar hava verið asosialir. Lokkað 10-tals mill. við lygnum frá góðtrúnum fólki, sum hava mist allan peningin, samstundis sum stjórarnir fingu tilsøgn um 11 mill. kr. sum gylt lógvatak við fráferðina eftir at alt var koyrt á heysin. Stjórin í Eik kennir søguna og veit, at virksemið var asosialt. Kanska átti hann at vanda sær um orðini, tí mong hava fingið meira enn ríkiligt av tí asosiala.

Ein stjóri av sama slagnum legði lunnarnar undir tí mest asosialu skipanina, ið nakrantíð hevur sæð ljósið á okkara klettum, tað vit vita um: pensiónsskattaskipanina og flatskattin.

Og nú frættist, at einastu, ið stuðla yvirtøku og samanlegging av Landsbankanum eru - ja, tú gitti rætt - peningastovnarnir.

Um Jørgin saman við høgraharkaliðnum og saman við peningastovnunum seta seg á føroyska fíggjargeiran, so sum ætlanin er, so vil núverandi asosiala støða vera lítið at tosa um, samanlíkna við tað, ið tá fer at vísa seg.

Fólkið má standa saman og fara til mótstøðu á øllum økjum í dag heldur enn í morgin.

Kanska átti eitt av krøvunum verið, at landið tjóðartekur peningastovnarnar og fær teir at virka so sosialt sum møguligt.

Dagfinnur Danbjørg.