Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tjóðarflogfelag okkara má ikki líða somu lagnu

Vit stóðu saman um flogfelagið. Visjónir, vitan, førleiki og royndir. Alt gekk eftir fleiri ár upp í eina hægri eind.

Men so hendi nakað. Politiski myndugleikin helt bráddliga, at leiðslan mátti skiftast út og nýggj strategi leggjast.

Stjórin, sum ikki mátti verða føroyingur, spurdi fyritøku, sum heldur ikki mátti verða føroysk, um hvørja strategi, hann skuldi leggja fyri felagið..

Og vit bíðaðu. Kúrr. Ongin mutar ímóti.

Og so kom hon. Nýggja strategiin.

Og haldið tykkum fast: Nýggja strategiin lovar, at nú verður so nógv bíligari at flúgva og nýggjar destinatiónir fara at laga seg meira eftir føroyska tørvinum.

Áðrenn og aftaná

Áðrenn nýggju strategiina hjá Atlantsflog fingu vit flogfeðaseðlar fyri 950,-kr, um umbiðið varð minimum 25 dagar áðrenn fráferð - hetta kundi broytast móti kostnað.

Eftir nýggju strategiini fara vit at fáa flogfeðaseðlar fyri 799,-kr, um umbiðið verður minimum 60 dagar áðrenn. Hetta kann IKKI broytast móti kostnað!

So nógv hóvasták fyri hasar hálvtannhundrað krónurnar, og enntá fyri verri treytir enn áðrenn.

Áðrenn var arbeiðsmálið føroyskt. Tað ber ikki til longur um leiðsla og nevnd, skulu skilja, hvat sagt verður.

Áðrenn flugu vit til tveir evuropeiskar metropolar: London og Milano. Nú skal London skiftast út við Aberdeen. Og Milano við Mallorca! Kalls tit hetta framstig?

Fólk hava undrast líka síðani november í fjør, hví tjóðarflogfelagið skuldi kollveltast.

Felagið byrjaði við eini nýggjari vinna, sum pionerar í føroyskari flogvinnu bygdu upp frá grundini. Har vórðu skapt hópin av arbeiðsplássum. Felagið setti Føroyar í miðdepilin við nýggjum farleiðum, endurnýggjaði seg við nútímans flogførum og var fremst við nýggjari navigatiónstøkni, sum hevur skapt munandi hægri regularitet í Føroyum – alt bygt á føroyskari grund.

Latið ikki Atlantsflog líða somu lagnu.

Góða samgonga, tit hava niðurlagað so nógvar fakliga væl kvalifiseraðar stovnar, meðan tit hava sitið hesi árini. Eg rokni ikki við, at tit vilja nøkrum ilt, men eg vil halda uppá, at tit gera stóran skaða, við manglandi visjónum, og við politikki, sum er uttan mið og mál!

Stovnar, sum hava tikið fleiri áratíggju at bygt upp, hava tit latið farið fyri skeytið. Fyrst lótu tit persónligu upplýsingarnar fara av landinum. So niðurløgdu tit Landsbankan og tømdu búskapargrunnin og avtóku virðisbrævamarknað Føroya. So tiðnaðu tit blokkin og hækkaðu hann. Vælsignan eigi tykkum latið ikki eisini føroyska stoltleikan fara úr Atlantsflog.

Annita á Fríðriksmørk