Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tit styrka okkara mentanarliga tilvit

- Tit, sum leggja tykkara lív og sál í hetta arbeiði, styrkja á henda hátt okkara søguliga og mentanarliga tilvit, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann tók ímóti træseglskipunum í Regatta 2012 á Bursatanga í gjár.

- “Av mastur ein skóg, av skrokkum ein múrur”, verður sagt í kendu yrkingini um slagið við Svolder. So tætt lógu skipini, tá Ólavur Trygvason legði í vaðið við Orminum Langa og segði ódeyðiligu orðini: “Latið seglini falla, ræddar skulu teir aldri okkum kalla!”

- Síðan hevur mangan verið tikið til hesa útsøgn, tá nógv skip hava ligið saman. Norsk bløð høvdu hetta við mastrunum sum fasta útsøgn, tá “sildefiske på Dogger Banke” var av tí mesta, og skipini lógu so tøtt, at havið sá út sum ein skógur.

- Hyggja vit aftur at gomlum myndum av til dømis Tvøroyri, Vágsfirði, Klaksvík, Vestmanna og Havnini, so lá mangan tætt av skipum við kei, á redini ella úti á fjørðinum. Og hóast tey ikki vóru so mong í mun til í útlondum, so vóru tey sera mong í mun til fólkatalið.

***

- Vit hava hug at romantisera um slupptíðina. Men slupptíðin var ikki nøkur góð tíð. Hon kostaði okkum nógv í strevi, mistum mannalívum og sorg og sakni. Vit vóru eftirbátur og keyptu gomul skip úr grannalondunum.

- Men hinvegin var tað slupptíðin, sum broytti okkara samfelag frá einum feudalum bóndasamfelagi til eitt ídnaðarsamfelag. Menningin byrjaði við sluppunum. Og tá vit sleptu sluppunum gekk menningin skjótt og vit mentu okkum eftir nøkrum fáum áratíggjum til at vera heimsins mest framkomna fiskivinnutjóð á mongum økjum.

- Tað eru 140 ár síðan, at fyrsta sluppin varð keypt til Havnar. Síðan hava verið nógvar, men í dag eru bara tríggjar veruligar sluppir eftir í landinum. Tíbetur eru tær væl varðveittar og væl røktar, soleiðis at tær regluliga eru í brúki.

- Mangir aðrir bátar eru somuleiðis varðveittir, so hóast mastrarnar ikki eru tættar sum ein skógur sum á døgum Ólav Trygvasonar, so er tað rættiliga stórtbært at síggja øll hesi træseglskipini stevna inn í býin.

- Og lat meg tí beinanvegin veita Felagnum Føroysk Træskip eina hjartans tøkk fyri tykkara stóra arbeiði fyri træseglskipini. Og serliga hetta, at skipa fyri tílíkari regattasigling sum hesari, og harvið gera træseglskipini viðkomandi fyri okkum øll, er eitt einastandandi átak.

***

- Tað hevur so stóran týdning at varðveita okkara søgu á henda hátt, tí útlendingar øvunda okkum seglskipini, serliga okkara nærmastu grannar, sum gloymdu at varðveita søguligu skip síni, meðan tíð var.

- Hetta hevur millum annað ført til, at vit í dag hava sáttmála við íslendingar um, at teir eisini sleppa at lána Westward Ho, sum er vorðin fastur táttur í stóra sjómannadagshaldinum Hátíð Havsins í íslendska høvuðsstaðnum. Til hetta høvið er sluppin eisini mannað við íslendingum.

- Vit vitja regluliga á stóru oljuráðstevnuni ONS í Stavanger, har sluppin á sama hátt vekir stóran ans.**

***

- Hetta vit síggja í dag er ein livandi siðsøguligur mentanararvur, sum føroyska tjóðin ongantíð má missa burtur, tí sluppirnar meira enn nakað annað vóru tær, sum slóðaðu fyri tí stóru samfelagsligu menning, vit hava upplivað í Føroyum.

- Í søguligum perspektivi eru so ómetaliga stutt síðan, at sluppirnar lógu á Vestaruvág fyri akkeri um veturin. Tá várið kom, og sluppirnar skuldu gerast út til vártúrin undir Íslandi, vaknaði býurin og alt landið til nýtt lív. Sum tað enn sæst, so vóru pakkhúsini stór, tí saltfiskurin og klippfiskurin var nógvur. Og arbeiði var bæði til kvinnur og menn.

- Pakkhúsini og mong av teimum húsum, ið nýtt vórðu tá, eru eisini við at vakna til nýtt lív og vit uppliva eina blómandi mentan í tí gamla maritima umhvørvinum.

- Tit, sum leggja tykkara lív og sál í hetta arbeiði, styrkja á henda hátt okkara søguliga og mentanarliga tilvit, og tit geva okkum orsøk til at steðga á og undrast, hvussu slíkir deyðsiglarar kundu avrika so nógv á villum havi.

- Og tøkk fái tit, at tit samstundis hava sett tykkum fyri, at føroyski skúlaungdómurin kann læra at fremja góðan sjómansskap umborð á træseglskipi, har serligur dentur verður lagdur á gott viðlíkahald og trygd á sjónum.

- Eisini leggja tit tykkum eftir at føra skipini aftur til tað upprunaliga við denti á gott handverksarbeiði. Skipshandverkið er eins og føroyska bátasmíðið nakað heilt serstakt og list í sjálvum sær.

- Vit eru errin av tí stóra áhuga og tí stóru virðing, sum er millum manna, bæði heima og úti í heimi, fyri at tit hava megnað at varðveita henda søguliga skatt okkara.

- Góðu tit øll – manningar á øllum træseglskipunum, sum hittast her í dag – hjartaliga vælkomin til Havnar. Njótið steðgin og blíðan byr víðari, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri at enda, áðrenn skipini fóru at gera klárt til at sigla suður til Sands.