Tit oyðileggja granskingar- og útbúgvingarumhvørvið!
Vinnuháskúlin niðurlaðaður: Snorksova tingmenn, meðan Skúladepilin verður útsettur og Vinnnuháskúlin verður tægaður sundur?
Tað kann væl vera, at roykurin av fiski er ramari onkra aðrastaðni enn í Havn. Men kemur tú til Havnar er onki at fara skeivur av – tú kemur til høvuðsstaðin í eini fiskivinnutjóð. Myndin av havnaløgunum, bryggjukantinum, skipasmiðjuni og Vinnuháskúlanum skapa eina maritima rammu um miðbýin. Her útbúgva vit okkara navigatørar og maskinmenn, og soleiðis hevur tað verið í væl meira enn fulla øld.
Mong kenna søguna, frá tí bóndasonurin Jens Mohr úr Hoyvík setti fyrsta skúlan á stovn í 1890’unum, Jens í Dali helt skiparaskúla og sonurin Jens Pauli byrjaði Thorshavns Fiskeskipperskole, til Ryving Jensen og Andrias Nielsen byrjaðu fyrsta veruliga skúlan til endamálið, brøðurnir við Stein stovnaðu skiparaskúla, og til tilboðini vórðu savnað og Jens Pauli í Dali fekk formliga góðkenning og stuðul frá statinum í 1919.
Í 1927 fingu vit lóg um stýrismansskúla og Navigatiónsskúlin varð settur á stovn. Flyta vit so heilt fram til 2005, so vórðu Maskinmeistaraskúlin og Føroya Sjómansskúli lagdir saman í ein stovn, ið fekk navnið Vinnuháskúlin, sum er ein stórur, her og úti í heimi, avbera vælumtóktur skúli. Í ár hevur hesin skúli yvir 270 næmingar, maskinistar, maskinmeistarar, skipsførarar og skiparar.
Samanlegging av maritimum utbúgvingum** Við vaksandi altjóða krøvum til maritimu útbúgvingarnar hevur leingi verið greitt, at útbúgvingarnar skulu uppstigast og fakliga orkan savnast enn meira. Tí fekk landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum eisini í mars í 2010 handað eitt tilmæli frá einum serfrøðingabólki, har mælt var til at leggja allar maritimu útbúgvingarnar saman, og skipa tær við tilknýti til Fróðskaparsetur Føroya.
Tilmælið hekk væl saman við vakstrarætlanini hjá Tórshavnar kommunu, sum greitt vísir, at kommunan satsar stórt uppá júst útbúgving og gransking. Vit vita at tey ungu lesandi fara hagar, sum tey fáa bestu útbúgvingina við einum gevandi lestrarumhvørvi, har tey eisini kunnu vinna sær neyðuga inntøku afurat til lestrartíðina. Og at lærarar og granskarar fara hagar, tey fáa fakligar avbjóðingar innan fyri sítt fakøki.
Hetta fær mann bara við at savna tey lesandi og lærararnar í stórar eindir í miðøkinum. Hetta er tað, sum vónandi verður gjørt á miðnámsskúlaøkinum. Og hetta er tað, sum Tórshavnar kommuna ynskir at leggja karmar til. Fyrst og fremst fyri at varðveita sum flest av okkara ungu sum longst í landinum. Tí er ilt at skilja avgerðina um at gera tað øvugta, tá ræður um maritimu útbúgvingarnar.
Vinnuháskúlin meira enn eitt súmbol
Vit eru errin av at hava Vinnuháskúlan í kommununi, og soleiðis ynskja vit, at tað skal blíva við at vera. Vit, og mong við okkum fara at stríðast alt vit kunnu, fyri at útbúgvingarumhvørvið ikki – beint ímóti øllum fakligum tilmælum – verður tægað sundur. Tí fyri Havnina er talan um annað og meira enn bara eitt súmbol í býarmyndini: Hesir fakbólkar eru í avgerandi mun við til at ávirka og fjøltátta býarlívið og býarmyndina.
Avgerðin at flyta útbúgvingar hjá Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar er beinleiðis vanlukkulig. Tað er skelkandi, stuttskygt og púra visjónsleyst. Miðnámsskúlarnir skulu savnast í størri deplar. Grundgevingin fyri hesum skilagóðu ætlanum er bæði faklig og fíggjarlig. Eftir sama leisti hevur verið arbeitt við at savna hægri útbúgvingarnar í Føroyum. Sjúkrarøktarfrøði- og Læraraskúlin eru nú knýtt at Fróðskaparsetrinum sum liður at savna og uppstiga hægri útbúgvingarnar.
Við vaksandi altjóða krøvunum til maritimu útbúgvingarnar hevur leingi verið greitt, at tær skulu uppstigast og fakliga orkan savnast. Tí fekk landsstýriskvinnan eitt greitt tilmæli, har maritimu útbúgvingarnar skuldu leggjast saman og skipast bygnaðarliga saman við Fróðskaparsetrinum í Tórshavn. Grundgevingin fyri hesum er, at tað gevur bestu fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnar.
Men nei. Tá um maritimu útbúgvingarnar ræður, vendu grundgevingarnar hjá landsstýriskvinnuni beint øvugt. Nú skuldu hesar útbúgvingar og partar av útbúgvingum partú spjaðast og tægast sundur í allar ættir. Og hetta virksemið heldur fram undir núverandi stjórn.
Snorksova tingmenn í Suðurstreymi?
Hetta landsstýrið hevur eisini lagt seg eftir at niðurlaga og flyta so nógvar almennar stovnar sum til ber út á bygd. Útjaðarin skal lívgast fyri politiskan løtuvinning og at úrslitið er fólkaminking og fráflyting í høvuðsstaðnum, hevur als ongan áhuga. Tíverri heldur ikki fyri okkara egnu tinglimir, sum eftir øllum at døma snorksova.
Vit, sum stjórna Havnini, góðtaka hetta ikki, tí tann megin, sum skal til fyri at skapa grundarlag fyri fólkavøkstri og búskaparvøkstri í øllum landinum, verður burtur. Og allir møguleikar fyri at reka eitt gott altjóða universitet í Føroyum, sum kann tryggja eitt viðkomandi og altjóða útbúgvingar- og granskingarumhvørvi, hvørva.
At tæga Vinnuháskúlan sundur fer at hava eina røð av negativum og sjálvstyrkandi avleiðingum, ikki bert fyri maritimu útbúgvingarnar, men eisini fyri menning av hægri útbúgvingum og gransking í Føroyum. At partar av maritimu útbúgvingunum skulu takast í Klaksvík, aðrir í Havn, fremur als ongan samanhang innan maritima útbúgvingarumhvørvið.
Tey lesandi fara hagar, tey fáa bestu útbúgvingina við einum gevandi lestrarumhvørvi, har tey eisini kunnu vinna sær inntøku aftrat til lestrartíðina. Lærararnir og granskararnir fara hagar, teir fáa fakligar avbjóðingar innan fyri sítt fakøkið. Hetta fær man bara við at savna tey lesandi og lærararnar í stórar eindir í miðøkinum.
Vit fáa færri lesandi
Verandi gongd fer at lækka útbúgvingarstigið, tí úrslitið verður, at vit fáa færri lesandi í Føroyum, sum taka t.d. maskinmeistara- og skipsføraraprógv. Hetta merkir, at fakliga grundarlagið undir útbúgving, sum skal lúka altjóða krøv, máast burtur, og tey lesandi, lærararnir og granskararnir flyta av landinum.
Heldur áttu vit at styrkt Vinnuháskúlan og Fróðskaparsetrið. Einasta rætta og framskygda loysnin er, at allar maritimu útbúgvingarnar verða savnaðar á Vinnuháskúlanum og Fróðskaparsetrinum í Havn. Hetta er einasta loysn, skulu vit yvirhøvur geva okkum nakra vón um at skapa eitt sterkari útbúgvingar- og granskingarstað, sum lýkur altjóða krøv, og sum føroyska samfelagið hevur so alstóran tørv á.
Við vakstrarætlanini hevur Tórshavnar kommuna greitt meldað út fyri landsins myndugleikum, at kommunan satsar stórt uppá júst útbúgving og gransking. Tað ger landsstýrið eftir øllum at døma ikki.
Og Gud í himlinum skal vita, hvat teir tingmenn, sum eru valdir í høvuðsstaðarøkinum, gera.....
Heðin Mortensen
Borgarstjóri