Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen heilsar upp á Helga Justinussen, stjóra.

TIT ANSA EFTIR OKKUM ØLLUM

Heðin Mortensen helt røðu og ynskti øllum starvsfólkum hjartaliga til lukku við nýggja Trygdarhúsinum, sum í dag lat dyrnar upp í stásiligu hølunum á Hálsi.

Frammanundan var virksemið spjatt um býin í fleiri feløgum. Nú er alt undir sama taki í Trygdarhúsinum.

Borgarstjórin segði millum annað í røðu síni:

- Tit kundu helst ikki funnið eitt betur egnað navn til tykkara virksemi. Tit eru okkara trygd, tit ansa eftir okkum døgnið runt, tit vakja, tá vit sova.Tit skipa fyri skeiðvirksemi um trygd, tit ansa okkara skipum og havnum, skrivstovum, goymsluhúsum, handlum og sethúsum. Tit tryggja og skipa okkara virðisflutning, tit hjálpa okkum í ferðsluni, tit taka telefonina fyri okkum og veita okkum lívbjargandi fyrstuhjálp. Og tit ansa skúlum, svimjihyljum og øðrum stovnum, har vit eiga og skulu kenna okkum trygg.

Helgi Justinussen stovnaði ANSNI fyri 8 árum síðani eftir mong ár sum løgreglumaður. Í dag eru 40 í fyritøkuni. Fólk eru til arbeiðis alt samdøgrið.

Víðari í røðu síni segði Heðin Mortensen:

- Fyri stuttum løgdu tit so saman við Tilbúgvingarstovuni, sum Jógvan Jensen hevði stovnað. Jógvan kendu vit øll frammanundan frá ambulansutænastuni. Her var so best hugsandi ekspertisa innan eitt nú fyrstuhjálp og hjartastartarar. Vit á Ráðhúsinum og í býráðnum hava dagliga ómetaliga nógv vitjandi - vit hava tí sjálvandi eisini hjartastartarar - og tað er Jógvan, sum hevur lært okkum at brúka teir, skuldi tað blivið neyðugt.

ANSNI hevur fleirfaldað virkisøki seinastu árini og eru tey nú flutt inn í snotilig og prýðilig høli í Tórshavnar kommunu.

Og borgarstjórin helt tí fyri:

- Tað eru stórar útbyggingar í væntu. Vinnu- og havnaútbyggingar fara at føra stórt virksemi við sær, talan verður í mestan mun um tílíkt virksemi, tit longu frammanundan sørvisera. Og ikki tykkum at siga - tit ansa longu bæði skipum og havnum - stendur tað til okkara, so verða stórar útbyggingar á hesum økinum næstu árini!

Hetta er eitt stórt arbeiðspláss, sum vit fegnast um at hava í býnum. Tað er ikki bara tykkara arbeiði, ið hevur týdning fyri okkum sum kommunu, men at tit bæði sum virki, arbeiðspláss og privat búleikast og trívast í høvuðsstaðnum, hevur alstóran týdning fyri okkum, sum hvønn dag royna at útvega vinnuni best hugsandi karmar í býnum.