Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tingingar í London um makrel lidnar

Strandalandasamráðingarnar í London millum Føroyar, Ísland, ES og Noreg um makrel eru lidnar á hesum sinni. Eingin semja fekst um býtið, og staðfestast má, at partarnir framvegis standa langt frá hvørjum øðrum.

Tilmælið hjá ICES um heildarkvotu fyri 2013 varð viðgjørt. Nýggjar vísindaligar kanningar vórðu lagdar fram, og partarnir komu ásamt um at heita á ICES at greiða nakrar vísindaligar spurningar, ið kunnu menna grundarlagið undir vísindaliga tilmælinum.

Eisini samdust partarnir um at menna samstarvið um felags eftirlit við makrelfiskiskapinum.

Ikki er ásett, nær næstu samráðingar um býtið av makreli verða hildnar.