Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tingið skal viðgera Skálafjørð sum hvalvág

Tíðindaskriv: Á tingfundinum mikudagin, fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, at seta Jákupi Mikkelsen, landsstýrismanni, ein fyrispurning um Skálafjørð sum hvalvág.

Helgi Abrahamsen vil hava at vita, um somu umhvørviskrøv verða sett nýggjum og gomlum hvalvágum, ella um landsstýrið hevur nakra ætlan um at broyta krøvini, soleiðis at tey verða líka fyri øll.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at í langa tíð hevur verið arbeitt við at fáa Skálafjørð góðkendan sum hvalvág, men at fyribils verður góðkenning ikki givin fyrr enn kloakkirnar í bygdini eru umlagdar.

”At krøv verða sett til kloakkviðurskiftini, er væl skiljandi, men tað sum kann undrað viðvíkjandi øllum umhvørviskrøvum her á landi, er, at somu krøv verða ikki sett øllum,” sigur Helgi Abrahamsen. Sum dømi nevnir hann, at strong umhvørviskrøv verða sett nýggjum fyritøkum og virkjum, sum verða sett á stovn, men fyritøkur og virki, sum vóru til, áðrenn umhvørvislógin varð sett í gildi, eru leys av somu treytum.

 Tí hevur hann sett landsstýrismanninum hesar spurningar:

1. Hvørji umhvørviskrøv skulu lúkast, fyri at ein fjørður kann verða góðkendur sum hvalvág?

2. Verða somu umhvørviskrøv sett nýggjum og gomlum hvalvágum?

3. Um somu krøv ikki verða sett øllum hvalvágum, hvørjar eru so orsøkirnar til tað

4. Um somu krøv ikki verða sett øllum hvalvágum, hevur landsstýrið so nakra ítøkiliga ætlan um at líkastilla krøvini, ið verða sett hvalvágum?

Helgi Abrahamsen

tlf 749048